Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Við bókini "Finn teg í organisatiónini" hevur Helgi Rasmussen, sum rithøvundur, saman við Edvardi Olsen megnað við vælvaldum orðum at lýsa psykodynamiska skipanarástøðið.

Eftir mínum tykki er bókin góð at lesa, tí málið er so skilligt og sjálvt torgreidd hugtøk eru væl og einfalt forkláraði.

Hartil er bygnaðurin góður, dømini úr føroyskum og einkultum donskum organisatiónum eru passalig í tali og vavi og so dámdi mær væl, at teoretiska ástøðið verður lýst í formælinum og at teoretikarar tí í so avmarkaðan mun verða tiknir fram í sjálvum tekstinum.

Seinasti kapitullin, har m.a. ymsu leiðaraeyðkennini verða lýst, var kanska eitt sindur tyngri at lesa og skilja, haldi eg, men tað er kanska ikki so løgið, tí sum rithøvundurin eisini vísur á, er hetta ikki eitt einfalt evni, og sum so skal ein ansa sær at gera tað ov einfalt.

Bókin gevur innlit í tað, sum hendir í og ímillum fólk sum samstarva, og lýsir eitt serligt perspektiv, ið fevnir um bæði tað tilvitaða og ótilvitaða, og sum tekur støði í samfelagið, organisatión og bólki sum socialar skipanir og í einstaklinginum í hesum somu socialu skipanum.

At geva innlit og skapa refleksión er júst málið við bókini og sum vant við konsulentinum Helga Rasmussen, so ger hann, sum hann sigur, og livir harvið eisini upp til sjálvan grundtankan í psykodynamiska skipanarástøðinum.

Í hesum eru greinsur og at halda hesar umráðandi, tí greinsurnar skapa tryggleika og verja ímóti tí ótta, sum órógvar arbeiðið uppá uppgávuna, sum er sjálvt tilverugrundarlagið hjá organisatiónini.

Bókin er viðkomandi fyri flestøll fólk og ikki bert t.d. lesandi, sálarfrøði-og organisatiónsáhugaði og leiðarar í víðari merking (virkis- og stovnsleiðarar, pedagogar, lærarar, politikarar, prestar, venjarar vfl), tí vit øll so ella so eru partur av bólkum við felagsuppgávum og alsamt gerast partur av dynamikkum, sum kunnu vera torførir at skilja og navigera í.

Bókin er ein hjálp í hesum, tí hon gevur innlit í, hvussu socialar skipanir virka og eitt nú, hvussu vit varpa kenslur á onnur, sum vit í løtuni ikki rúma. Hetta kann kanska ljóða løgi, men at hava innlit og at tosa opið um tað kensluliga á arbeiðsplássinum er ógvuliga effektivt, um tað verður gjørt við høvuðsuppgávuni í huga.

Møguleikin at mennast sum samfelag, organisatión og menniskja er betri, um vit viðurkenna tað ósjónliga og ótilvitaða, sum er í og ímillum okkum, tí tað er jú í veruleikanum tað, sum stýrir okkum.

Sjálv sóknaðist eg eftir júst hesi bókini, tá eg miðskeiðis í 1990-unum gjørdi mínar fyrstu royndir sum leiðari og so ofta undraðist á tað, sum gekk fyri seg í organisatiónini.

Bókin hevði eisini verið hent tær ferðirnar, eg havi samstarvað við ein konsulent um broytingartilgongdir. Felags fyri hesar er, at tað er trupult at siga frammanundan, hvussu starvsfólk og leiðarar megna sínar leiklutir og hvat er best at gera, tá trupulleikar uppstanda.

Henda bókin er eitt stig á leiðini til at skilja og eg viðmæli serliga at leggja til merkis stóru ávirkanina, ið leiðarin hevur á organisatiónina, bæði tá tað gongur við og ímóti.

Sum Helgi nevndi til bókaútgávuna er eitt væleydnað samstarv millum organisatión og konsulent m.a. tengt at dirvinum og styrkina hjá leiðaranum at lata menningararbeiðið ganga sína gongd og tola tað trýstið, sum tilgongdin leggur á leiðaran.

Hetta kann ikki sigast ov ofta og vert er at bíta merki í, at eisini konsulenturin er undir stórum trýsti, sum eisini má tolast.

Um eg skuldi ynskt mær nakað øðrvísi í bókini, hevði tað verið at fingið meiri at vita um munin á at arbeiða sum konsulentur í Føroyum og Danmark.

Eg dugi nevniliga ikki at síggja tað føroyska samfelagið og tess ávirkan á føroysku organisatiónina í dømunum.

Hava vit t.d. serligar føroyskar problematikkir (vansar ella fyrimunir), sum leiðarin kann hava í huga?

Og hvussu tá vit skulu velja konsulent?

Hvat 'fangar' føroyski konsulenturin í føroysku mentanina, har ein útlendingur gerst og stuttur, og hvørjir vansar eru fyri at gerast 'blindur' sum partur av mentanini?

Ítøkilig dømi um hetta hevði givið lesaranum viðkomandi vitan t.d. í sambandi við val av føroyskum ella útlendskum konsulenti.

Viðvíkjandi kápumyndini haldi eg hana hóska væl til innihaldið í bókini. Tað er ein málningur hjá Martini Joensen í grønum, gulum og bláum litum, sum er blivin til í samráð við høvundan. Hann vísur fólk og bólkar, sum arbeiða og flyta seg. Málningurin er kámur og vísur ikki detaljur sum so.

Mitt á permuni stendur ein persónur og klórar sær í høvdinum og hetta er eftir mínum tykki sera beinrakið, tí flestøll starvsfólk og leiðarar munnu kenna seg aftur í hesum við í løtum ikki at skilja, hvat gongur fyri seg. Eg veit ikki, hvat málarin hevur hugsað um litirnar, men teir fáa meg at hugsa um Føroyar.

Eg vil at enda ynskja til lukku við útgávuni og takka Helga Rasmussen fyri tað megnar konsulentaarbeiðið, hann hevur gjørt seinastu meiri enn 20 árini. Tað krevur styrki og dirvi at virka sum konsulentur og kann kosta á 'relatiónssíðuni', sum varð nevnt til bókaútgávuna. T.d. við at fólk ikki vilja heilsa, tá man hittist.

Tað kann vera sárt í so lítlum samfelagi sum okkara, men er ein sannroynd og nakað, ið ein konsulentur og eisini almennir persónar og leiðarar noyðast at liva við. At viga upp ímóti hesum er vónandi takksemi hjá okkum, sum frá honum hava fingið hjálp og stuðul.

Samanumtikið gevi eg bókina "Finn teg í organisatiónini - tankar um tað, sum er í og ímillum okkum " mítt besta viðmæli.

Hon er serstakliga viðkomandi fyri leiðarar at lesa og hugsa um, men hevur eitt innihald, sum flestøll vaksin fólk kunnu fáa nakað burturúr at lesa, tí hon gevur innlit í sambandið í og ímillum menniskju.

Annika W. Joensen, cand. Negot og master í organisatiónspsykologi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo