Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Óansæð hvussu raffinerað tíðarfatanin gerst við nanotøknifrøðiligum gonguverki, sum mátar tíðina í tímum og minuttum, sekundum og nanosekundum, og harvið eisini kann leggja framkomnar framtíðarforsagnir til rættis (til dømis veður- forsagnir), so eru fólk sjáldan nøgd fyrr enn tey eisini hava fingið eina lýsing av fortíðarinnar byrjan, eitt upphavsástøði at hugsa sær verðina og nútíðina við:

Hvar og hvussu byrjaði tíðin?

Gonguverk samfelagsins er heimspekilig hugleiðing um tíð og samfelag, ið viðger fatan okkara av tíð sum nakað, ið altíð hevur serligt tilknýti til mentan, ideologi og tøkni.

Firouz Gaini er antropologur og høvundur úr Havn. Hann hevur áður m.a. útgivið bøkurnar Urbscriptum, Horvnir menn og Lessaons of Islands.

Firouz Gaini: Gonguverk samfelagsins. Permumyndina gjørdi Sigrun Gunnarsdóttir.  Mentunargrunnur Studenta¬felagsins,  56 bls.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo