Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskaaling: Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV, sum er partur av kenda tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt.  

Filmurin, sum eitur “Algur, ein ókend rávøra”, verður frumsýndur á Arte TV í kvøld kl. 20:45 (føroyska tíð), og á øðrum evropeiskum sjónvarpsstøðum.

Heimildarfilmurin, sum er partvís upptikin í Føroyum, sýnir áhuga fyri gransking og teimum royndum, sum Fiskaaling, s/pf Tari og Hiddenfjord gera.

Filmurin staðfestir, at tari, algur og mikroalgur hava nógvar góðar og gagnligar eginleikar, sum bíða eftir, at vit fara at duga at útvinna hesar.

Møguleikarnir umfata matvørur, brennievni, heilivágur og mangt annað.

Leikstjórin, Almut Faass er kendur framleiðari innan fyri heimildarfilm.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo