Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya boðar frá nakað av fiskiskapi við Føroyar hesa vikuna.

Av línuskipum eru bara tvey ísfiskaskip eru til fiskiskap í løtuni. Eitt undir Føroyum, og eitt er við Ísland. Tey landa neyvan fyrr enn í aðru viku. Av frystulínuskipunum eru seks við Føroyar, eitt við Eysturgrønlandi og eitt á Flemish Kap.

Streymurin og veðrið verður gott í vikuni, so helst verður nakað av útróðri, bæði við snellu og línu.

Tveir djúpvatnstrolarar eru úti, annar eftir svartkalva, og hin er á roynarveiðu eftir stinglaksi. Vit rokna við at báðir landa síðst í vikuni.

Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo