Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

ICES og Havstovan broyta ella justera tøl, fyri at fáa formlar at ganga upp. Tað kann eisini enda við, at leita verður í blindum. Tá útrokningar ikki taka støði í veruleikanum, við teimum óvissum sum eru, verður trupult at fáa fiskimenn og frøðingar at tosa sama mál. Tað ber ikki til at fáa ein fiskimann at avnokta tað hann sjálvur sær. Flest øll, eisini fiskifrøðingar og ICES, vita, at útrokningarnar hjá ICES samsvara illa við veruleikan.

ICES frágreiðing um stovnsmetingar
Seinastu dagarnar havi eg hugt eitt sindur eftir einari ICES benchmark report frá 2017. Tað er um tosk, hýsu og upsa á landgrunninum og hvussu stovnsmetingar verða gjørdar.

Har sæst ymiskt. Nógv er áhugavert, men okkurt er ikki so dámligt. Eg kopieri tekstin á enskum og umseti rættuliga stutt. Soleiðis síggja tey sum vilja, upprunaliga tekstin og kunnu gera egnar metingar.

Hetta er møguliga trupult at skilja. ICES brúkar avansera telduprogramm til at rokna. Nógvir ymiskir faktorar eru. Somuleiðis eru fleiri faktorar settir til eitt miðaltal ella tað sama øll árini, tó at ICES og vit øll vita, at hesir broytast ár fyri ár. Úrslitið verður hareftir.

Tá teldur rokna við nógvum faktorum er galdandi, at er bara ein faktorur skeivur, verður úrslitið skeivt og eru fleiri skeivir verður úrslitið rættuliga skeivt. Eru tríggir faktorar 20% skeivir, verður úrslitið helvtina av veruleikanum. Er ein faktorur 50% skeivur verður úrslitið helvtina av veruleikanum. Úrslitið í dag er bara ¼ av tí tað einaferð var og nærliggjandi er at hugsa, at samlaði feilurin er so stórur.

Síðan fara vit til ICES frágreiðingina frá 2017.

Fyrst um náttúrligan deyða, sum er fiskur sum verður etin av øðrum ella doyr av sjúku. Ja alt uttan fiskaður fiskur.

4.5.5 Natural mortality

Tagging results from 1997–2015 were investigated (WD 20). They indicated that M could be higher than 0.20 (e.g. 0.28) and that there was likely no increase in natural mortality over time (1997–2015). No change in natural mortality was done, however, since this evidence was considered too weak for this purpose.

Leysliga umsett skriva teir, at merking av toski indikerar, at náttúrligur deyði kanska er 0,28 og ikki 0,2 sum verður brúkt í telduni. Tað merkir, at tað møguliga doyggja 6% fleiri toskar náttúrliga hvørt ár. Tað er absolutt ikki smáting. Náttúrligur deyði ávirkar ikki útrokningar so nógv, men tað hevur tó stóran týdning fyri m.a. hvussu nógv vit kunnu fáa úr havinum. Vit kundu helst fiska nógv meira enn vit gera, siga hesi tøl, tó at ráðgevingin annars sigur at vit skulu fiska minni.

Eisini lesa vit hetta um ætlaðar broytingar

Weight at age in the catch in the interim years: The procedure was changed because of potential shortage of manpower at the Faroe Marine Research Institute in the future. Instead of using the January–February weights in the catches in combination with survey weights in the spring, the January–February weights in the catches were not used, because it was expected that these data would probably not be available in the future.

Sær út til at ætlanin er at spara uppá framleiðslu av viðkomandi data. Tá manglandi data er stórsta orsøkin til skeivar útrokningar, er hetta helst at spara eftir reyv.

Um gýtingarføri lesa vit hetta.

4.5.3 Maturity

The maturities at age were revised slightly and gave a slightly different average for 1983–1996, which is used for the historic period were no data are available (1959–1982).

Her stendur, at smávegis broytingar eru gjørdar við gýtingarføri. Tað sæst aðrastaðni í frágreiðingini hvat broytingin er. Tað er ikki smávegis broyting. Tað er risastór broyting. Vit síggja eisini at teir tosa um miðaltøl. Flest øll vita, at onki eitur miðal.

Og til seinast hetta um at broyta tøl.

Matematikk og formlar brúktir verða til stovnsmetingar, ávirkast av at data eru fyri nógv ár. Tá er tað helst meira vandamikið enn gott er, at brúka ófullfíggjað gomul data, fyri at longja um tíðarseriur. Um ein hyggur, so sær ein, at data fyri gomul ár, sum eru mett, geva munandi minni sveiggj enn yngri data, sum enntá eru væl betri. Tað er sera vandamikið.

Work was done to extend the yearly values from 1976 and back to 1957 instead of using constant values. However, the sum of product check showed discrepancies with the observed catch by up to 20%. It was proposed to change the catch figures correspondingly, but it was decided to keep the constant weights until more work was done.

Í fullum álvara er umrøtt at broyta avreiðingartøl og vekt, fyri at fáa modelli at passa betri. Modelli var 20% við síðuna av tølunum frá 1957-1976. Tað bleiv tó frávalt at gera slíka broyting.

Eg veit ikki hvat er at siga um at broyta avreiðingartøl, tí at modell ikki passar. Gýtingarføri bleiv eisini broytt, fyri at modelli skuldi passa betri.

Vit mangla data og hava ov nógv sum spæla teldu
Helst átti Havstovan at samla meira data. Tað teir fáa telduna at gera roynist illa. Tá nýggja modelli kom, fyri uml. 4 árum síðan, bleiv gjørt vart við, at tað vísti sannlíki fyri at tølini vóru røtt. Tí átti ikki at verið neyðugt at justera tølini.

Mín meining er, at vit eru á vandakós. Tá neyðugt er at broyta data eru vit harúti, at vit ikki grynna. Ráðgevingin avgerð um fólk, fyritøkur, arbeiðspláss og bygdir liva ella doyggja. Tað hoyrir ongastaðni heima, at serfrøðingar, sum ikki kunnu vita, lata sum um teir vita.

T.d. hevur Petur Steingrund tosa um samanhang millum nebbasild og tosk. Men ICES avvísti at taka hetta við sambært nevndu Bench-mark rapport í 2017. Ábendingin var rættuliga greið. Men tað slapp ikki við í frágreiðingina.

Hvørjum skulu vit trúgva? Tað verður trupult tá fiskifrøðingar citera ICES við hvørt og aðrar tíðir citera tað, ICES kolldømir. Fiskimenn minnast sera væl. Ein orsøk til manglandi álit er, at fiskifrøðin ongantíð sigur tað sama. Tað eru bara fjølmiðlarnir sum ikki vita, at onki samsvar er millum tað tey áður hava varpaðu út til okkum og tað tey varpa út í dag.

Øll vita at trupult er at siga nakað við vissu um fiskivinnu. Ongin sigur fiskifrøðingar ringar fyri ikki at vita. Øll vita og meina, at fiskifrøðingar vita nógv.

Trupulleikin er, at fiskifrøðin vil bestemma.

Tann sum veit ov lítið kann ikki bestemma uttan at tað verður kríggj. Tað er ongin orsøk at halda at fiskifrøðin veit betri enn fiskimenn.

Modelli hjá ICES rakar skeivt hvørja einastu ferð og fiskimenn sigast oyða fiskastovnin. Tí átti tað ikki at verið ein fjarur tanki at spurt fiskimannin.

Endamálið við hesum er at seta spurningar. Vit eiga nógv data. Men vit kundu átt væl meir, enntá við verðandi játtan. Endamálið má verða at brúka øll data og at brúka tey optimalt.

Sjálvandi er onkur orsøk til at modelli hjá ICES ongantíð samsvarar við veruleikan. Hví so er, finna vit ikki útav við at blíva við at gera tað sama.

At broyta data fyri at fáa model at passa nyttar akkurát líka lítið sum at venda deyva oyra til Eyðun Hansen, Osmund Justinussen og aðrar skilamenn.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo