Nógv verður tosað um fiskivinnunýskipan í hesum døgum, og tað kann vera fløkjasligt at skilja, hvat tosað verður um. Tí skipar Føroyanevndin hjá MFS fyri tiltakinum ”fiskivinna for dummies” mikudagin 1. mars kl. 19:30 í Smæruni.
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greiðir heilt grundleggjandi frá um fiskivinnupolitikk, soleiðis at tað verður lættari at skilja pallborðskjaki, sum verður aftaná.
Aftaná framløguna hjá Johnny í Grótinum verður pallborðsfundur, har tað serliga verður kjakast um útlutan av fiskirættindum við støði í uppskotunum hjá nýskipanarnevndini, Sambandsflokkinum, Jóannesi Jacobsen og Hermanni Oskarssyni, og annars tað, sum hevur verið frammi í almenna kjakinum.
Til kjakið luttaka Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur og Hanus Hansen, reiðari. Djóni Højgaard stýrir kjakinum.
Tiltakið verður í Smæruni hjá Starvsmannafelagnum kl 19:30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo