Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar kommuna bjóða​r til ókeypis fiskivinnufund í Løkshøll mikukvøldið 21. apríl kl. 18.30 – 21.00. Ein kaffimunnur verður at fáa frá kl. 18.00. Tilmelding er neyðug fyri at luttaka. Les meira um innihald og tilmelding á www.loksholl.fo.

Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, skrivar soleiðis:

Flakavirki á hvørjum tanga og helst ein alt ov stórur heimafloti – í mun til fiskastovnarnar - var í mong ár ein stórur partur av lívsgrundarlagnum hjá fólki mangar staðir kring landið. Tíðirnar broyttust, og í dag eru at kalla bara 5 virkir av tí slagnum eftir, sum rópt vóru flakavirki, við tilhoyrandi skipum. Kósin, Faroe Origin, Sandoy Seafood, Delta og TG Seafood. Fyri stóran part eru tað partrolarar sum avreiða til virkini, og hesir eru fyri tað mesta á upsaveiði.

Nógv fólk virka í hesi vinnuni – umborð og á landi – og bæði trolarar og virkir hava stóran týdning staðbundið og yvirhøvur. Á leið túsund fólk kring landið fáa hýrur og lønir burturúr hesari veiði og framleiðslu. Tað er ikki ókent við sveiggjum í fiskivinnuni, heldur ikki í upsaveiðuni, men í alt ov drúgva tíð hevur fiskiskapurin verið alt ov lakur. So lítið hevur verið at fingið av upsa, at veiðan er langt niðanfyri lívfrøðiligu tilráðingarnar.

Spurningurin er so um biologisku metingarnar eru skeivar - ella um ov nógvar leiðir eru stongdar fyri trolveiði. Nógvar teirra eru settar í verk í 90´árunum í hinari øldini, og ongin hevur síðan gjørt nakað fyri at rúmka um virkisøkið hjá upsaflotanum. Eitt eru friðingar fyri gýting og ung/smá-fisk, men fyri mong tykist tað sum, at stongdu økini hava fingið religiøsan status, uttan at nakar veit hvør orsøkin í dag er til hesa avstiking av havleiðunum fyri veiði.

Fyri nakað nógvum árum síðan vóru royndir gjørdar á stongdum leiðum við rist, og greiða niðurstøðan var, at nógvur og stórur upsi var at fáa á stongdu leiðunum. Royndirnar eydnaðust væl, men vóru ongantíð tiknar uppaftur. Helst av politiskum orsøkum.

Nú er upsaveiðan komin á eitt so lágt støði, at virkini og skipaeigararnir helst ferðast á tí markinum, har tey sum hava fíggjarligu ábyrgdina helst ivast í, um tað ikki hevði verið líka frægt at lagt skipini, stongt hurðarnar og latið gólvini ligið turr. Avleiðingina av hesum kenna vit t.d. í Runavíkar kommunu, táið flotin hjá United Seafood fyri góðum 10 árum síðani varð lagdur og flakavirkið lat aftur. Sviðin av hesum var í allar mátar herskin.

Ongin mælir til at fara undir veiði, sum ikki er burðardygg, í hesum førinum er veiðan væl minni enn lívfrøðiliga tilráðingin, tí er spurningurin, um Havstovan og myndugleikin á økinum ikki eiga at endurskoða stongdu økini sum hava verið í eina fjerðingsøld. Ella í minsta lagi at fara undir royndir aftur við rist á stongdum leiðum.

Ætlanin við fundinum er at fáa eitt orðaskifti í lag um hetta avgerandi mál. At fáa lívfrøðiligu, politisku og vinnuligu sjónarmiðini fram á torg, soleiðis, at partarnir fáa møguleikan at sita saman, í royndini at fáa hesum partinum av føroyskum vinnulívi møguleikan at koma upp í sævarmálan aftur og væl tað.

Støðan er kanska ikki katastrofal, men góð er hon kortini ikki, og ber tað til at gera skilagóðar eftirmetingar, sum hava við sær eina rúmking av møguleikunum hjá hesum partinum av veiðiflotanum, so kann nógv vera vunnið.

Vælkomin á fiskivinnufund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo