Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Arbeiðssetningurin hjá nýggju nevndini sum skal orða eina fiskivinnunýskipan leggur upp til at vit skulu fara frá einari marknaðarskipan til eina marksistiska skipan.

Frá demokrati til teknokrati.

Fiskimenn og reiðarar skulu gerast trælir hjá teknokratunum.

Fiskimenn og reiðarar skulu ikki hava vinningin - tilfeingisrentuna.

Vinningin skulu teknokratarnir hava "so optimalt sum gjørligt", sum sagt verður í arbeiðssetninginum.

Sosialistiska ella rættari marksistiska stýrið hevur víst sítt sanna andlit.

Landsstýrismaðurin hevur latið alla ábyrgd viðvíkjandi framtíðini hjá høvuðsvinnuni og harvið samfelagnum, upp í hendurnar á politiskt útvaldum teknokratum.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo