Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Næmingar úr Vágum, sum ganga á tilfeingisbreytini á Fiskivinnuskúlanum, kunnu nú aftur brúka bussarnar hjá Bygdaleiðum til og frá skúla í Vestmanna.

Undan ársskiftinum var hóskandi bussamband í skúla um morgnarnar, men á veg heimaftur máttu næmingarnir antin bíða í Kollfjarðadali í umleið ein tíma ella koyra líka til Havnar fyri at skifta buss til Vágarnar. Hetta er nú broytt.

Leiðslan á Fiskivinnuskúlanum hevur samskift við Strandferðsluna um trupulleikan, og tey hava verið so beinasom at tillaga ferðaætlanina soleiðis, at nú ber til at brúka almennu farleiðina bæði á veg í skúla og heimaftur aftaná skúlatíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo