Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Kenslan var góð og løtan unnilig. Tað kendist trygt at verða leiddur fram á leið. Álitið var óskalað, hóast geingið viðhvørt var ivasamt. Foreldrini ella onnur í teirra stað vóru um okkum. Samveran, ið er hjástødd í nærleika og frástøðu, skapar ró í sinnum.

Kenslan var góð, tá ið vit í ungari ást gingu saman hond í hond fram í kærleikans lond. Tað er merkisvert at uppliva, at júst samveran í virðiligari javnvág ásetur virðið á løtuni og degnum. Lívið avdúkar, at dagar við tvørrandi javnvág vóru og fóru, hvurvu inn í tíðina sum ljóðleyst ekkó.

Kenslan var góð og mettað við tøkk og nøgdsemi, tá ið sitið var við songarstokkin ta seinastu løtuna hond í hond. Saman í viðgongd og mótgongd, í lívi og deyða.

Fjálgar hendur gagna menniskjum á so mongum støðum og løgum í samfelagnum. Vit staðfestu tað týdningarmikla arbeiðið, ið starvsfólk í almenna- og heilsuøkinum útinna hvønn dag alt árið. Frá at vera ein sjálvfylgja huld í tøgn gjørdust tey hetjur, ið tóku sær av umsorgan og røkt av teimum eldru og veiku.

Fjálgar hendur sóust í 2020 ganga teimum til handa, ið máttu halda seg heima og vóru avskorin frá tí gerandisliga og dagliga, t.d. at fara til handils. Áhugavert at eygleiða og síggja tað góða í menniskjum, sum stillisliga gjørdu ein gagnligan og vakran gerning. Kærleikin til medmenniskjað er á topp 10 listanum yvir vakurleika.

Covid-19 minti okkum á at virðismeta tað, ið mong okkara tóku sum eina sjálvfylgju. Tað er ikki sjálvsagt, at vit eru frísk og frítt kunnu fara hagar, vit vilja. Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit kunnu vera hjástødd í nærleika.

Onkuntíð hava vit hildið, at tann nýggja tíðin hevur flutt okkum burtur frá teimum gomlu kristnu virðunum, t.d. umsorgan, hjálpsemi og næstakærleiki. Vit, ið fyltu fjølmiðlarnar við neiligum orðum, hava partvíst mistikið okkum, tá ið talan er um etikk og fólksliga hugsan.

Árið 2020 staðfesti, at tað býr ómetaliga nógv gott í fólkinum. Tað er ikki rætt, at fjøldin einans hugsar um seg sjálvan. Tað eru mong, ið hugsa um onnur, t.d. Reyði Krossur, hjálpandi felagsskapir og einstaklingar.

Vit eiga ein góðan ungdóm í Føroyum. Tað er als ikki rætt, at ungdómurin skikkar sær verri nú enn í farnari tíð. Vit eiga ein ungdóm við stórari vitan og dygdum.

Vit tilkomnu mega kenna okkara ábyrgd at leggja teimum ungu lag á, um tað er neyðugt. At fara væl við menniskjum er altíð gagnligt og ber oftast á mál. At nýta misálit ella hartandi átalu sum amboð skapar valla nakað gott úrslit.

Tað var rørandi at síggja ung fólk ganga landsins borgarum til handa í undanfarna ári, tá ið farsóttin av álvara gjørdi um seg. Samrøðurnar í miðlunum við hesi ungu fólkini vóru fyri mær tann besta prædikan í 2020. Uttan nakað øvugt orð og uttan umbøn gingu tey teimum eldru og teimum í einbýli til handa. Tey gjørdu tað, ið vit onnur prædika, men ikki altíð útinna í praksis.

Fjálgar hendur vóru eisini nívandi kærleiki teirra, ið vegna Covid-19 tilmælini ikki kundu sita hjá sínum kæru lívsins seinastu tímar. 2020 var í mangar mátar eitt ómenniskjansligt ár. Tilmælini, ið vóru neyðug til tess at verja lív, vóru beinleiðis ómenniskjanslig við atliti at deyða og jarðarferð.

Ikki at kunna sita hjá sínum kæru og halda í hondina á teimum teir seinastu tímarnar áðrenn andlát. Ikki at kunna klemma tey og geva teimum ein koss sum tøkk fyri ferðalagið ígjøgnum lívið, nú leiðin lá um evstu sýn. Ikki at kunna hava eina virðiliga jarðarferð, svá vit eru von við í kirkjum og samkomum.

Prísurin er høgur hjá teimum, ið mistu ein av sínum kæru. Vit skylda teimum eina umbering ella viðurkenning. Í minsta lagi er tað hóskiligt, at vit bera teimum eina tøkk fyri høviska framferð og virðiligt sinnalag mótvegis okkum og samfelagnum. Fjálgar hendur, ið ikki sluppu at tæna og væta varrarnar í umsorgan og nærleika.

Øll hava vegna Covid-19 goldið ein prís, – t.d. í einsemi og ótta. Mær tykir, at tey avvarðandi við lívlát hava goldið ein so høgan prís, sum fólk á mínum aldri valla áður hava upplivað í okkara lívstíð.

Ikki at kunna siga ordiliga farvæl er eitt ómetaliga høgt gjald. Havi ta fatan, at tann seinasta tíðin áðrenn lívlát er ein týðandi partur av lívinum. At doyggja í friði og náðum í nærveru teirra allar nærmastu er ein vakur deyði.

Hjá teimum avvarðandi eru hetta linnandi umstøður, at vit fáa sagt tað, ið er at siga. At vit nevna Jesu navn og í kærleika fáa sagt tí doyggjandi frá okkara hjartans heitu kenslum. Sagt, at vit í framtíðini í sorg og sakni fara at merkja hitan av hondum, ið sleptu. Amen.

Orðið: “Betri er ein nevi av ró enn báðar hendur fullar av møði og eftirsókn eftir vindi.” (Prædikarin 4,6).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo