Ein fjallmaður sum var á fjalli við Skæling mátti fáa hjálp frá tyrluni í morgun, eftir at hann hevði fingið grót á seg.
MRCC fekk boðini og sendi boð eftir tyrluni sum fór á flog stutt eftir klokkan 9. Ein lítlan tíma seinni var uppgávan loyst.
Onki frættist um heilsustøðuna hjá manninum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo