Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fjarhitafelagið hevði hall uppá nærum 2,4 milliónir krónur áðrenn skatt í fjør. Tað skal samanberast við ein vinning uppá 467 tkr í 2019 og annars hava svørt tøl á botnlinjuni verið tað vanliga seinastu 17 árini sum yvirlitið hjá Vinnuvitan.biz røkkur aftur, tá árið í fjør er talt uppí.

Hesi árini hevur miðalyviskotið verið nærum 2,6 mió kr hvørt ár.

Og tað átti heldur ikki at verið nakað bragd, tí ongin kapping er um kundarnar, sum í flestu førum heldur ikki hava annað val enn at vera íbundnir skipanina - og taka við tí prísinum, sum nú einaferð er galdandi.

Við árslok í fjør vóru 1.453 brúkarar í skipanini, 68 fleiri enn eitt ár frammanundan. Men sølan minkaði nógv - úr 22,5 mió kr í 2019 til 21,1 mió kr í fjør.

Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at 2020 var nógv ávirkað av høgari oljunýtslu, millum annað tí at fleiri stórir brúkarar komu uppí skipanina. Harumframt var veturin kaldur. Sundsverkið skuldi knýtast uppí aftur skipanina seinnu árshálvu í 2020, men tað helt ikki.

- Í 2020 eru íløgur í anleggið liðugtgjørdar fyri góðar 17,4 mió kr. Harumframt eru arbeiðir í gerð uppá góðar 28 mió kr ultimo 2020, millum annað er nýggj fjarhitaleiðing løgd í Landavegin, Blómubrekku, til Mark, Undir Kongavarða og Úti á Fløtum. Nakað av arbeiði er gjørt við Karlamagnusarbreyt og í sambandi við nýggju fyribilsstøðina á Sundi, verður sagt.

Um framtíðina sigur leiðslan soleiðis:

- Hildið verður fram á grønu leiðini, sum eigararnir og nevndin hava avgjørt, við at knýta vesturbýin og Argir í skipanina. Arbeiðið at leggja fjarhitaleiðing í Landavegin frá Vesturkirkjuni oman til Gamla kirkjugarð og niðan til Finsen. Eisini nýggja politistøðin og fleiri stórir bygningar á Hálsi koma uppí skipanina.

Verður hugt nærri at tølunum sæst, at rentuberandi skuldin hetta tíðarskeiðið er vaksin úr smáum 100 mió kr til 122,5 mió kr, og útreiðslurnar til rentur eru vaksnar úr 2,1 mió kr til 3,3 mió kr somu tíð. Eitt annað sum ein bítur merki í er posturin "annar rakstrarkostnaður" sum í nógv ár var 0, men í 2019 var 1,5 mió kr og í fjør var 2,8 mió kr.

Materiella støðisognin er vaksin við 25 mió kr og er nú 195 mió kr. Avskrivingar vaksa tí eisini og vóru í fjør góðar 7 mió kr, ella meira enn ein mió kr størri enn árið fyri.

Fíggjarstøðan javnvigar við 205 mió kr og eginognin er 61 mió kr.

Tað eru SEV og Tórshavnar Kommuna sum eiga Fjarhitafelagið.

Hans Christian Dam er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo