Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fjarhitafelagið: Fjarhitaleiðingin í Vesturbýnum verður nú bundin í fjarhitaleiðingina, sum fyri umleið trimum árum síðani var løgd ígjøgnum Gundadal og víðari oman til Finsen. Arbeiðið í miðbýnum fer fram í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu á strekkinum ímillum Tróndargøtu og Dalavegin, og tað ávirkar ferðsluna á teininum millum Steinatún og Dalavegin.

- Hetta arbeiðið, sum vónandi verður liðugt fyrst í november, er ein liður í at knýta fjarhitan í Vesturbýnum upp í høvuðsfjarhitaleiðingina, sum gongur av Sundi oman í miðbýin, greiðir Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, frá.

Í Vesturbýnum eru m.a. Skúlaheimið, Glasir, SEV og nýggju íbúðarbygningarnir á Landavegnum bundin í fjarhitan. Í Gundadali, á Hálsi og í miðbýnum er talan m.a. um Tórsvøll, SMS, Tjaldurs Apotek, Finsen, Hotel Hilton, Hotel Brandan, Bank Nordik, Stórhøllina á Hálsi og Svimjihøllina, sum hava valt at brúka fjarhita.

- Tað er altíð eitt umfatandi vegarbeiði, tá vit leggja fjarhitaleiðingar. Slíkt arbeiði ávirkar ferðsluna í stóran mun, men vit royna at gera skjótt av og vóna, at fólk bera yvir við okkum og síggja eitt virði í, at vit grava niður ein orkubera, sum í framtíðini skal bera brúkarunum í høvuðsstaðnum meira grøna orku, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Umleið 1600 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo