Í mínum arbeiði á sjógvi og landi havi eg hitt teir bestu gentilmenninar í ketildrakt og teir størstu skálkarnar í 'kjóla og hvítt'
- Richard B. Thomsen í Dansk Forfatterforening

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fjarhitaleiðingin verður nú løgd í Smyrilsvegin, eftir at liðugt er at grava fjarhitan niður í Staravegin, har m.a. Hilton Garden Inn er bundið í fjarhitaskipanina. Arbeiðið á Smyrilsvegnum verður liðugt í síðstu viku í november, tá vegurin eftir ætlan er asfalteraður aftur.

Fyrstu bygningarnir á Smyrilsvegnum, ið verða knýttir í skipanina, eru gamla Dimmalætting, har Sansir, MT Højgaard, prentsmiðjan hjá Føroyaprent og Fjarhitafelagið sjálvt halda til – umframt gamla Brunatryggingin, har eitt nú grannskoðanarvirkið NUMO húsast í dag.

- Tað er eitt umfatandi vegaarbeiði, tá vit grava fjarhitaleiðingar niður ymsastaðni í høvuðsstaðnum. Men vit kunnu ugga okkum við, at vit grava niður ein orkubera, sum í framtíðini skal bera brúkarunum í høvuðsstaðnum alsamt meira grøna orku, so hvørt vit fáa bygt nýggjar grønar orkukeldur inn í skipanina, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Fjarhitin var lagdur oman í Gundadal í februar 2018 og haðani oman eftir Hoydalsvegnum og niðan á Háls. Stóru bygningarnir í hesum umráðum eru bundnir í fjarhitaleiðingina.

Talan er m.a. um Tórsvøll  SMS, Tjaldurs Apotek, Finsen, Hotel Brandan, Bank Nordik, Stórhøllina á Hálsi og Svimjihøllina. 

Umleið 1400 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo