Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester United fordømir hendingina, tá fjeppar tveittu bluss móti húsinum hjá Ed Woodward, stjóra í Manchester United, seint í gjárkvøldið.

Um 23-tíðina í gjárkvøldið kom so Manchester United, sum váttar at talan var um húsið hjá Woodward í Cheshire sum var álopið, við einum tíðindaskrivi um hendingina, skrivar VG.

– Manchester United FC er í kvøld kunnað um hendingina uttanfyri húsið hjá einum av okkara starvsfólkum. Vit vita at fótbóltsheimurin stendur við okkara lið í okkara arbeiði saman við Greater Manchester Police so vit finna gerningsmenninar sum framdu hetta álopið, skrivar felagið.

– Øll sum verða funnin sek í hesi kriminellu handling, ella sum hava verið á ognini, verða útihýstir fyri lívið av felagnum og kunnu verða rættarsøktir, skrivar United og endar:

– Fjeppar sum siga sína meining, er eitt, men kriminellar handlingar og roynd at seta lív í vanda, er nakað heilt annað. Tað er eingin umbering fyri slíkum.

Woodward var ikki heima meðan MU-fjeppar lupu á hús hansara, og heldur ikki kona hansara og tær báðar døturnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo