Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nú er Fjølnir 2018 klárt – bæði í prentaðari og talgildari útgávu. Blaðið er fyrst og fremst ætlað teimum, ið fara undir hægri lesnað ella longu eru undir hægri lensnaði.

MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) gevur Fjølnir út. MFS er felagsskapurin hjá teimum føroysku lesandi og arbeiðir miðvíst við viðurskiftum, sum á ein hvønn hátt ávirka lesandi. Les meira um fjølbroytta virksemið hjá MFS í blaðnum.

Í Fjølnum fært tú íblástur til hvat og hvar, tú kanst lesa. Í blaðnum eru forvitnisligar frágreiðingar frá føroyskum lesandi bæði í Føroyum og úti í heimi.  Í blaðnum eru hjálpandi upplýsingar, sum kunnu vera avgerandi fyri eina góða lestrarbyrjan. Eisini kanst tú lesa um, hvørjar møguleikar tú hevur, meðan tú ert undir útbúgving t.d. viðvíkjandi skiftislestri.

Tann seinasti parturin í Fjølnum 2018 snýr seg um møguleikar og avbjóðingar eftir loknan lesnað.
Fjølnir 2018 telur 136 síður og er ókeypis. Prentaða útgávan verður koyrd út á allar miðnámsskúlarnar og verður at fáa á tiltøkum, sum MFS er við í.

Talgilda útgávan er tøk á heimasíðu felagsins: trýst her 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo