Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar kommuna: Sum siðvenja er, verður Merkið heiðrað í Runavík flaggdagin 25. apríl.

Í ár fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, at flyta fram røðu. Hornorkestrið - Nes Sóknar Musikkfelag – spælir, og skótarnir ganga skrúðgongu.

Haldið verður í Skótahúsinum við Løkin kl. 15.

Árliga mentanarvikan verður hildin í næstu viku, og setanin er løgd saman við flaggdagshaldinum. Borgarstjórin setir mentanarvikuna.

Eftir setanina og flaggdagshaldið verður drekkamuður at fáa, og høvi verður at spæla tombola og kondibingo, sum skótarnir skipa fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo