Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Flaggrøðan sum Bergtóra Høgnadóttir flutti fram á Vaglinum í Havn í dag:

Góðu føroyingar!

Hjartaliga til lukku við flagghátíðardegi okkara. Og SUM tað er hugaligt og nemandi, aftur at síggja SO mong menniskju í senn savnaði á einum stað! Og veðrið av tí allarfagrasta.

Í ár skipar Havnar Hornorkestur fyri hátíðarhaldinum fyri 75-tjúgundu ferð. Í fjør var hátíðarhaldið av hesum slag avlýst vegna heimsfarsóttina. So mikið størri orsøk er í ár til at framskera dagin, nú Føroya fólk og myndugleikar higartil so meistarliga hava megnað avbjóðingarnar við koronu.

Í ár eru 81 ár síðani bretar viðurkendu flagg okkara til nýtslu á sjónum undir krígnum. Flaggdagshald, sum vit kenna tað, byrjaði tó ikki fyrr enn eftir kríggið í 1946. Eitt ár vit kenna so væl av øðrum orsøkum, sum ikki skulu umrøðast í dag.

Øll eru vit góð við flaggið – og halda Merkið vera vakrasta flaggið í heiminum. Men hví er flaggið okkum so serstakt? Eg haldi, at tað er tí, at hetta er tað sum saman við søgu, mentan og móðurmálinum eyðkennir okkum, og sum bert vit eiga uttan mun til politiska sannføring ella trúgv. Tey eru okkara samleiki og okkara DNA. Merkið ger altíð løtuna merkisverdari og hátíðarligari.

Í hesi løtu er gongufelagið úr Havn á ferð av Krambatanga um Valdaskarð til kirkjuna í Fámjin. Tey skulu síggja fyrsta Merkið okkara, sum var tilevnað á Garði í Keypmannahavn í 1919, og sum hevur hingið í Fámjins kirkju fyrst frá 1952 – 1988. Og síðani frá 1989 til denna dag, eftir at umstøðurnar í kirkjuni gjørdust betur sum varðveitingarstaður av tjóðskaparliga dýrgripinum.

Flaggið vekir altíð kenslur í okkum – og júst kenslur eru tær, ið geva lívi okkara innihald. Flaggið er við á lívsleið okkara – allan vegin úr vøggu í grøv. Og tá vit umboða land okkara úti í stóru verð. Glaðastu løturnar og syrgiligastu løturnar. Flaggið gevur okkum eina felagskenslu.

Eisini móðurmál okkara knýtir okkum saman og ger okkum før fyri at samskifta, lýsa og seta orð á allar kenslur.

Onnur smámál doyggja, og eisini okkara mál er í vanda. Tí mugu vit áhaldandi hjúkla um og kýta okkum, so vit varðveita okkara mál. Uttan móðurmálið vóru vit fátøk.

Ofta ilskast vit um, at útlendsk orð hava hug at ota seg inn í mál okkara. Onnur meina, at tað ger málið meiri livandi. Herfyri segði ein lærari mær, at ein næmingur hevði spurt hana: “Hvussu sigur tú kuuul á eingilskum? “

Mær dámdi væl at hoyra Elina Henriksen siga í Málteiginum, at tað ikki vóru nýggju ella útlendsku orðini, sum hon helt kundu beina fyri okkara máli. Størri trupulleikin var, um vit ikki dugdu at benda orðini. Vónin er, at vit áhaldandi gera okkum ómak, so føroysk børn duga at benda og síggja ríkidømið í okkara máli.

Vóni eisini at uppliva tann dag, tá fólkafundarrøðarin her á Vaglinum fer at røða um, at nú er føroyskt vorðið MÁLIÐ í Føroyum og ikki “høvuðsmál føroyinga”, sum skrivað stendur í heimastýrislógini, grein 11 frá 1948.

Mong hava tikið rimmartøk føroyska málinum at frama. Áhaldandi kemur Jonhard Mikkelsen mær til hugs. Eg kenni mong, sum hava fingið størri alsk til málið av hansara evnum at kveikja. Umframt hesa gávu, so brýtur hann upp úr nýggjum. Og lítið ger hann burtur úr sær. Áðrenn nakar varnaðist, kom ein kvinnusangbók út 8. mars í ár við hentari frásøgn um politisku søguna hjá kvinnum á tingi, savnað av Turið Sigurdardóttir. Størsta gávan, ið Jonhard og Sprotin hava givið okkum føroyingum, haldi eg vera orðabøkur Sprotans. Øll vit í bestu árum, vóru von at leita hvørt einasta orð upp í papírs-oðabókini. Í dag sprotar hvørt mansbarn í Føroyum orðini á alskyns málum. Vissuliga eru vit ríkað við gerandishetjum í Føroyum.

Seinasta árið legði korona sína køvandi hond um allan heimin. Fleiri enn tríggjar milliónir menniskju hava mist lívið og mong syrgja. Hetjurnar vóru frá fyrsta degi starvsfólkini innan heilusverkið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – við ársins føroyingi á odda, eldraøkið og serøkið, sum hava tikið rimmartøk til at fyribyrgja og basa smittu. Hjartans takk fyri tykkara avrik, tit eldsálir!

Samanhald hevur verið felagsnevnarin hjá okkum – øllum føroyingum – tá vit í felag hava tikið lógvatak saman at basa smittuni. Saman hava vit víst, at vit veruliga vilja og duga, at lyfta í felag.

Meðan summi hava notið friðin seinasta árið til djúphugsan, nærveru og hugsavna seg, hava onnur saknað at kunna klemmast, hittast í stórum bólkum, bara tað at kunna fara á gátt.

Einsemið hevur verið ófrættakendur fylgisveinur hjá mongum hesa tíðina. Talið á fólkum, sum kenna einsemi er óivað vaksið seinasta árið. Men einsemið var eisini veruleiki hjá fleiri føroyingum, áðrenn koronu. Tað kendist sum ein frammaná, tá eg fyri tveimum árum síðani hoyrdi hesi orð: Einsemi er heimsins størsti felagsskapur.

Til tess at niðurbróta henda stóra einsemisfelagsskapin, er mín vón at vit, nú vit skjótt aftur kunnu hittast og vera saman sum áður, ikki burturav minnast tey, sum hava kent til einsemi undir koronu, men eisini minnast til tey, sum áðrenn koronu upplivdu einsemi. Børn, ung og vaksin eru, sum ongantíð hava kent seg sum ein part av nakrari ‘bobblu’. Lat okkum øll gera okkara til, at eingin kennir seg einsamallan ella uttanfyri. Her má vera hjartarúm.

EG gleði meg, til vit aftur kunnu klemmast, lógvatøk uttan spritt og frástøðu. Eg gleði meg til aftur at uppliva stóru verð, konsertir og festivalar.

Samstundis er lívsdygd okkara at kalla einki merkt, samanborin við flest onnur lond.

Vit eru mong, ið hava fingið fleiri náttúruupplivingar her í Føroyum seinasta árið enn áður – tí, hetta var hátturin at hittast – spáka, gáka og dyppa. Føroyar munnu vera besta og vakrasta landið, at vera í sóttarhaldi, tók kvinna til, tá hon sat innibyrgd í tvær vikur.

Heldur ikki skulu vit undirmeta, at vit mestsum alla tíðina hava sæð andlitsbráðið og brosið hjá hvør øðrum – heilt uttan masku!

Hugaligt var at síggja, hvussu tónleikarar gleddu fólk heima í stovunum við online framførslum. Eins og ferðavinnan vóru teir sera sperdir fíggjarliga. Hjartanemandi at síggja tónleikarar spæla uttanfyri ellis og røktarheim. Tit ríkaðu okkum løturnar og birtu vón.

Løtan í dag er hin rætta at dvølja við og viðurkenna tey fólk og teir felagsskapir, sum seinasta árið sjálvboðið hava lagt seg eftir at basa einsemi, fjálgað um og verið við til at geva føroyingum ein meiningsfullan gerandisdag. Gransking vísir jú eisini, at fólk, sum gera sjálvboðið arbeiði, eru eydnusamari enn onnur. Vit eru ríkað við fleiri felagsskapum sum virka fyri trivnaði og felagsskapi, eg vil so treyðugt taka nakran úr rúgvuni. Men vissuliga kunnu vit øll gera mun.

Vit ynskja okkum ikki aftur til mars í fjør, men frálíkt er at vita, hvussu vit evnaðu at laga okkum til broyttu tilveruna, tá tað kravdist.

Tveir av dugnaligastu arkitektum okkara eru farnir um sýn, meðan eg havi skrivað hesa røðuna: Palli Gregoriussen og Gunnar Hoydal. Seinastu dagarnar eru sjálvandi nógv góð orð borin fram um teir báðar í miðlunum. Og einki skal takast frá Palla Gregoriussen, hóast eg í hesum høpi vil dvølja við skald, mentamann og býararkitekt okkara, Gunnar Hoydal. Saman við tveimum starvsfeløgum vann hann í 1969 norðurlendsku kappingina um varðveiting og endurnýgging av gomlu Havnini. Her lyftir hann so fyrimyndarliga eftir William Heinesen og Ingálv av Reyni. William skrivaði um Tinganes og Reyni og fólki har býr, meðan Ingálvur teknaði húsini, smátturnar, skotini og umhvørvi. Alt tað sum teir orða um deiligu Havnina og umhvørvið her. Tey 25 árini, Gunnar var býararkitektur frá 1972, setti hann í verk nógvar slóðbrótandi byggiætlanir. Hetta er alt til skjals í Havnaratlassinum, ið kom í 2007. Har kunnu vit eisini lesa, at Gunnar Hoydal er arkitekturin, ið hevur ávirkað býarbyggingina í Havn mest. Og hjartans tøkk eigur hann fyri tað.

Klangurin eftir hann er eisini, at hann sum embætismaður spurdi væl, lurtaði rætt og fann sítt egna mál. Hetta upplivdi eisini beiggi mín og ein vinmaður, tá teir fyrst í 80-unum 10-áragamlir hittu Gunnar.

Teir búði við Rættará og teimum dámdi at byggja smáttur. Nú ætlaðu teir at byggja eina stóra smáttu við einum torni, sum var 3 metrar høgt. Timburrestir høvdu teir fingið til vega frá timburhandlinum í Rættará, og teir teknaðu við góðum treysti smáttuna. Onnur mamman helt, at slík smátta kundi ikki byggjast uttan byggiloyvi, og tað kundu teir søkja um frá kommununi.

Skjótir vóru dreingirnar at snøgga seg og seta kós móti býráðnum. Ein fryntligur skrivari spurdi, hvørji ørinidi teirra vóru, og nýkembdir við smáttutekningini undir arminum, greiddu teir frá, at teir vóru komnir at søkja um byggiloyvi. Íðan, segði skrivarin, so skulu tit tosa við býararkitektin. Løtu seinni beyð Gunnar teimum inn á skrivstovu sína.

Teir løgdu smáttutekningina fram fyri hann. Gunnar lurtaði, var fryntligur og spurdi, um teir høvdu hugsað um, hvar teir ynsktu byggiloyvið. Dreingirnir søgdu seg hava hugsað, at Yviri við Strond hevði verið eitt hóskandi stað.

Gunnar lovaði at tosaði við bóndan har, og bað teir koma aftur viku seinni. Tá hin mamman frætti um ætlaða byggiloyvið, vendi hon sær til Gunnar og spurdi, hvat hann ætlaði at gera við hetta. Gunnar helt fyri, at hasir báðir fara einaferð seinni at venda sær aftur til býráðið í øðrum ørindum, og tí ræður um, at vísa teimum álit, so tað ikki var ein ring uppliving sum barn, at venda sær til almennan myndugleika.

Vikuna eftir, tá drongirnir komu aftur á fund við høviska býrarkitektin, hevði hann tosað við bóndan. Tíverri hevði bóndin tveir veðrar standandi júst har, og tí bar ikki til at fáa byggiloyvi nú.

Nógv fitt er við hesi søguni, men tað hugvekjandi er, at býararkitekturin kundi havt alskyns undanførslur og kveistrað dreingirnar til viks. Men teir kendu seg tiknar í størsta álvara, og sæddar og hoyrdar.

Júst tann gávan, at síggja, hoyra og virða fólk er helst tað vit øll so fegin vilja uppliva – børn sum vaksin. Kortini eru vit ofta skjót at gera gjøldur burturúr ella gloyma hetta við nærveurni. Ella at síggja við hjartanum, sum prinsurin lítli tók til, og Gunnar Hoydal sáli megnaði so væl.

At enda fari eg at venda mær til Havnar Hornorkestur. Tit sóu dagsins ljós í 1903. Eru eitt av elstu feløgum landsins. Vóru til áðrenn vit áttu nakran politiskan flokk. Tit eru hornasteinurin og ímyndin av deiligu Havnini saman við Havnar Sjónleikarfelagi, ið var stovnað í 1918.

Tykkara feløg hava verið kveikjarar til mongu feløgini í landi okkara, ið byggja á sjálvboðið arbeiði og felagsskap. Lat okkum í felag bera so í bandi, at einsemið ongantíð verður størsti felagsskapur í Føroyum og virka fyri, at vit framyvir hava eitt fjølbroytt, rúmligt samfelag, har allir føroyingar kenna seg væl. Ein felagsskapur har eisini nýggju føroyingarnir kenna seg væl millum okkum og í nánd av Merkinum

Í Havn er tað hornorkestrið sum skipar fyri flaggdagshaldinum – ár um ár. Tónleikur sum heild - vissuliga eisini hornmusikkur - vekir minnir og kenslur í okkum. Serstakar hátíðarligar gleðisløtur – á sama hátt sum Merkið ger hjá okkum føroyingum.

Og tá eg hoyri hornmusikk, minnist eg eisini aftur á, tá eg sum smágenta var skóti og so errin marsjeraði oman á Vaglið aftaná hornorkestrinum. Hugaligt at síggja tykkum eisini, góðu skótar. Vissuliga seta tit eisini tykkara dám á flaggdagin. Og eisini tit geva tykkara íkast til felagsskapin.

Havnar Hornorkestur: Tit ríka altíð løtuna. Tit geva tykkara merkisverda íkast til grækarismessur, flaggdagar, ólavsøku – tit eru fyrimyndir og vekja góðar kenslur í okkum.

Takk fyri hendan stóra heiður at flyta fram røðu.

Nú lýsir í eystri, vónríka várið er komið, við várligu vindunum og vaksinuni. Vit vóru heppin at vøgga okkara stóð júst her, og at okkum untist at búgva í einum landi, har korona ikki fekk fastatøkur í sama mun sum aðrastaðni.

Tí eru vit takksom og eyðmjúk. Takk fyri!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo