Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Góðu tit sum eru komin higar í dag, til hetta flaggdagshald.

Stóra tøkk, at eg fekk heiður, at bera fram nøkur orð her í dag.

Takk til fyrireikarnar, sum enn einaferð skipa fyri hesum, fyri føroyingum so týdningarmiklum og søguligum hátíðarhaldið.

Tað er so freistandi at tosa um so nógv onnur samfelags viðurskifti, sum ikki hevur beinleiðis við flagg okkara at gera, men eg fari í røðu míni, at halda meg mest møguligt til tað vit eru savnaði um hesa løtu.

Fyri meg, hevur flaggdagur okkara altíð eg kann minnast verið naka serligt, tí, eg elski “Merkið” sum vit kalla flagg okkara og hví sigi eg tað, jú, tí flagg okkara er nakað serligt, tað hevur ein ómetaliga sterkan boðskap til okkum øll. Hartil hevur flagg okkara ein savnandi eginleika, og kanska er tað tí, at litirnir og krossurin, sum myndar tað, er okkum so viðkomandi. Blái himmalin, hvíti kavin, reyða blóði og so tað stórsta av øllum, krossurin.

Tað var við tógvi stríð, at fáa Merkið viðurkent, ja, um tað ikki vóru serligar umstøður og treiskir myndugleikar, sum strongdu á, og seinni heimsbardagi leikaði, høvdu vit so framvegis flagga við Dannebrog ? Hetta verður ein ósvaraður spurningur, men eg dugi ikki at ímynda mær, at vit framvegis høvdu Dannebrog sum flagg okkara, so mikið av stoltleika er í okkum, so er spurningurin um flagg okkara hevði sæð soleiðis út, sum tað sær út í dag.

Eg ætlið mær tó ikki at útdýpa flaggsøgu okkara, tí hon er drúgv og spennandi við nógvum álvarsomum hendingum, men bert nevna nøkur hæddarpunkt, sum menn hava sagt og skriva, tá orrustan var stórst og flagg okkara loksins 25 apríl í 1940 bleiv góðkent, eftir áralangt stríð.

Tá ið Týskarnir høvdu hersett Danmark, og Føroyar komu undir bretkst vald, sluppu føroysk skip ikki at sigla við donskum flaggi.

Bretar gjørdu ikki mætari enn so, at teir kravdu, at eitt føroysk flagg bleiv málað á føroysku skipini, annars sluppu tey ikki útaftur úr bretskari havn, hagar stórur partur av Føroyska flotanum silgdi vandasjógv niður við fiski.

Amtmaðurin mótmælti og tað spurdist eitt satt eljustríð burturúr hansara útsøgn við fundum og mótmælum og krøvum. 24 apríl 1940 vóru eini 800 - 1000 fólk komin saman til fundar á tinghúsvøllinum og har rundan um, har blivu røður hildnar m.a. av Jóannes Paturssyni bónda.

Ein krígsnevnd løgtingsins hevði samtykt, at mæla til, at øll føroysk skip, skuldu sigla undir føroyska flagginum og nú samtykti hesin fundurin, at krevja Hillbert amtmanni (Ríkisumboðnum), at hann, ið stóð bretska valdinum til svars, ikki setti seg ímóti hesi samtykt.

Ein 5 manna nevnd fór niðan til Amtmannin (ríkisumboðsmannin) við hesum kravi, og fekk hann ikki nógva tíð til hann skuldi svara aftur í, ja, uml. hálvan tíma, verður sagt. Øll mannamúgvan fór niðan við. Hon tyrptist frammanfyri amtmanshúsini, fólk troðkaðust rundan um hesa prýðuligu borg, bæði børn og vaksin. Her var sum Gunnar Nolsøe plagar at taka til “Háspenningur í luftini.” Ríkisumboðsmaðurin stóð so einsamur á trappuni á amtmansborgini saman við einum øðrum.

Tá svar hansara loksins kom, sum tó ikki hoyrdist so væl til mannamúgvuna, fekk fólki ta fatan, at hann ikki vildið góðtakað vilja fólksins. Ilt kom í fólki og tað var nær við, at tey stormaðu á amtmansborgina, men Jóannes Patursson fekk sissa fólkið og bæð tey koma oman á tinghúsvøllin, har svarið frá Hillbert amtmanni, hart og tíðiliga skuldi vera lisið upp. Amtmaðurin mótmælti framvegis, at føroysk skip skuldu nýta annað flagg enn Dannebrog, men hann noyddist at boyggja seg fyri bretsku myndugleikanum, eisini um teir áløgdu føroyskum skipum, at sigla undir føroyskum flaggi.

Dagin eftir 25 apríl 1940 undirskrivaði Hillbert amtmaður, ímóti sínum vilja og undir øðiligum trýsti, kunngerð um nýtslu av føroyska flagginum. Stórur dagur fyri Føroyingar. Ja, frøin var stór. Nógvir føroyingar, bæði ung og eldri vóru so fegnir, at teir fingu sær hvít pløgg, og litaðu tey við reyða og bláa krossinum, føroyska merkið til og hongdu tað upp á ein ella annan hátt, ja, entá tvørtur um vegir.

Stóri tíðindaberin BBC hevði sersending um, at Føroyar høvdu fingið egið flagg og greiddu eisini frá, hvussu flagg okkara sá út.

At íslendingar høvdu fingið sítt egna flagg, hevur helst skunda undir ungu føroysku studentar at fara undir okkara egna flagg, har Jens Olivur Lisberg var ein sum gekk á odda í stríðnum, at evna flaggið sum fekk norðurlends eyðkenni við krossmerkinum.

At hesar fjarskotnu smáu oyggjar, við bert umleið 27 túsund íbúgvarum, skuldu nú fáa sítt egna flagg vórðu sanniliga stórtíðindi úti í heimi.

Eg minnist sum smádrongur tey í Klaksvík, sum flaggaðu tá merkisdagar vóru, og eg kann seta nøvn á flestu teirra, eg helt tað vera so flott at síggja hesi vøkru fløggini veitra og tey vóru ikki fá, tíverri eru tað í dag alt ov fá, sum gera brúk av hesum, at flagga á merkisdøgum, tó eru tað nøkur, tíbetur.

Eins og móðurmál okkara ber boð um okkara samleika, hóast ómetaligt stríð, ber Merkið okkara júst tað sama. Tí er so umráðandi, at vit halda fast við hesar dýrgripir, sum eru móðurmál og merkið okkara, saman við vakra tjóðsanginum.

Eg kann til stuttleika nevna,at tá ið vit búðu á Stangavegnum, so høvdu vit í nógv ár flaggstong,tí gjørdi eg mær eisini eina heimagjørda flaggstong, tá ið vit fluttu heim á Biskupstorg. Men av tí, at tað ber ikki ordiliga til at hava stóra flaggstong, har vit búgva nú, so royni eg at fáa onkran av børnunum at taka yvir, tí eg havi faktiskt keypt eina nýggja, sum bara liggur og smlar støv.

Livst so spyrst.

Merkið, sum savnar okkum til hátíðardagar, verði tað m.a. brúdleyp, føðingardagar, ítróttarhendingar, bæði her og úti í heimi, jarðarferðir og so teir mongu almennu flaggdagar og tiltøk av ymiskum slag, bæði á sjógvi og landi, er okkum ómetaliga kært.

Hugsa um tey mongu nýggju skipini, sum eru komin inn eftir vánni gjøgnum mongu árini, flaggskrýdd og við flaggi okkara sum høvuðsmerkið, tá frøast vit. Ja, við Merkið okkara, gleðast vit við teim glaðu og vísa samkenslu og gráta við teimum, ið gráta. Krosstræið er fevnadi, bæði til høgru og vinstru.

Flagg okkara, sum hevur eina meir enn eitthundrað ára søgu, hevur ikki mist sín glans og ei heldur sítt virði, hóast altjóðagerðin og nýmótans tøknin hevur førka so nógv av okkara gomlu mentan í fjarstøðu, uttan at vit gera okkum far um tað.

Tað eru helst fáar tjóðir, sum hava sítt uppruna flagg varðveitt væl goymt, har tað hongur innramma í Famjins kirkju og mong eru tey, sum hava leita til hesa kirkju, fyri at skoða hetta fyrsta flagg okkara, sum Jens Olivur Lisberg kom berandi við til heimbygd sína.

Eg fái so ilt í hjarta og sál mína, tá eg síggi, at okkurt verður mála á vakra flagg okkara og tey vera dálkaði og illa viðfarin. Tíbetur hendir tað ikki so ofta.

Munandi vakrari er, at síggja eitt sliti flagg, av eini orsøk, tí tað er so nógv brúkt til tað, sum Merkið var ætlað til. Tøkk til tykkum, sum bera flagg okkara.

Og hvat hevði tað ikki verið frálíkt, um danir flaggaðu sa, eins og danir flagga saman við okkum á Ólavsøku.

Eg kann vera eitt sindur speiskur og siga, at tað hevði sømt seg betur, at flagga var á flaggdegnum.

Tí á flaggdegi okkara verður Merkið koyrt í húnar hátt, heilt úr Sumba og til Fugloyar og hátíðarhald verður hildið runt oyggjarnar, tí hetta er merkisdagur okkara Føroyinga.

Hevði Ólavsøkan verið tjóðardagur okkara, hevði eg skilt tað betur, men enn eiga vit ongan tjóðardag og tað fáa vit ikki, so leingi vit ikki eru ein sjálstøðug tjóð, men vónandi verður tað ein dag.

Vit hava júst hildi páskahøgtíðina og páskaboðskapurin hevur ljóða bæði í kirkjum, samkomum og miðlum, eisini er Merkið brúkt langa fríggjadag í hálvaru stong og fysta páskadag í fullari stong, sum ein partur av páskaboðskapinum, bæði um Jesu deyða og uppreisn hansara, og tað er upp til eitthvørt menniskja, at trúgva hesum álvarsama boðskapi.

Tíðir og umstøður broytast, tað sóu vit fyri einum góðum árið síðani, tá Covid 19 herjaði heimin og alt broyttist, eisini hjá okkum, men boðskapurin um krossin broytist ikki.

Nú er ljós, eftir vetrarins myrkur og náttúran, hesar vøkru várdagar vitnar um Guds fantastiska skaparverk, nú tað blómar og grør í urtagørðum, bø og haga. Nú fuglur og smálomb skapa lív rundan um okkum og í okkum, nú sólin hevur flutt seg longur og longur norð til okkum, vermir og lívgar okkum, gleðast vit og eru takksom.

Við hesum orðum ynski eg tykkum framvegis ein góðan flaggdag og eitt gott summar. Gud signi okkum øll.

Takk fyri at tit komu og lýddu á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo