Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Komu tær av bakkanum oman ígjøgnum brekkuna so lættar og fattar, á Snarfrost tær stóðu á rað við hvør sínum bakka.

Tá ið langir vóru dagar og møðin stór, stutt var fjús og okkurt glepsi millum kvinnur fór.

Tað kann tykjast so einfalt við bandið at standa, men nógv um lívið vit lærdu, um vinskap, samanhald og so nógv annað. Hvør skal vera mamma, hvør skal vera omma, hvør skal fermast, hvør skal giftast, ja, alt hetta varð fylgt við áhuga í.

Tá ið "lurtarnir og vit" úr útvarpið spældi, og lagið var gott, onkur skemtari stemmaði í, sangur og látur um høllina fór. Árini gingu og sporini tyngdust, slitnir kroppar píndir av gikt takkaðu fyri seg.

Ikki var nógv hóvasták,

Ongan málning og ikki í søguni skrivað tú finnur teirra nøvn.

Men í okkara minnum liva tær allar.Ei heldur tað mundi vera á bonaðum gólvum tær trivust best við teimum "fínu", vit vóru av arbeiðarastætt og eru stoltar av tí.Trúfastar og álítandi bæði til arbeiðis og við hús tær vóru - einki lá eftir.

Hetta gjørdist teirra lívsstarv, og onga orsøk tær hava at smæðast burtur.Tær vóru megnarkvinnur.

Anna Elisabeth Hansdóttir í Kálvalíð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo