Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri landsvegir vórðu stongdir í gjárkvøldið, tí so nógvur kavi var komin niður og nógv jarðrok var eisini.

Eina ringast stóð til á Høgareyni og Sandavágshálsi, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

- Um 20.30 tíðina kom ein lastbilur at standa tvørur á Høgareyni, og tað gjørdi bara støðuna enn verri, tí tá sluppu fleiri bilar ikki vegin fram og endaðu við at standa fastir. Eisini gjørdi tað, at maskinan sum skuldi grava á Sandavágshálsi ikki slapp vegin fram, og tí blivu fleiri bilar eisini fastir har.

Eitt skifti vóru vegirnir til Vestmanna og Vágoynna tí stongdir, og tilbúgvingarleiðararnir í hesum økjunum fingu boð um at vera til reiðar. Tað eydnaðist tó at fáa vegirnar opnar aftur áðrenn flogrutuna sum var um 22.30 tíðina.

Nakað av fullum fólki var í býnum, og av tí at hýruvognarnir góvust at koyra í ringa veðrinum í gjárkvøldið, elvdi hetta eisini til høvuðbrýggj hjá politinum, og onkur endaði við at gista á politigarðinum.

- Í Haraldsundi er ein bilur stolin í nátt. Talan er um ein hvítan Peugeot Boxer við nummarspjaldrinum RB196, veit onkur um hann at siga, eru tey vælkomin at siga frá, sigur vakthavandi eisini.

Annars var tað ójavnt hvussu kavarokið rakti í gjár. Í Suðuroynni var mestsum tátt, men har er kortini kavi lagstur nú í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo