Løgreglan hevur avbyrgt økið í týska býnum Würzburg eftir at ein maður leyp á fólk við knívi.
Tríggir persónar eru deyðir og fleiri særdir, summi illa, skrivar løgreglan á Twitter.
Gerningsmaðurin er ein 24 ára gamal somaliari, sum býr í býnum. Hann er handtikin, og løgreglan upplýsur, at nú er eingin vandi á ferð hjá borgarunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo