Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

So hendi tað aftur, uppgerðin fyri føðingar farna árið er komin.

Aftur er kynsbýtið heilt forkert, tí í fjør vóru 366 dreingir føddir, men bara 309 gentur.

Røsku barnakonurnar føddu 54% dreingjabørn.

Hvar er javnstøðan í hesum, og hvar eru allar offursystrarnar, sum gremja seg um eitt mansdominerað land, og at tað er grundin til, at fleiri menn eru í landinum?

Ekstremu feministarnir fáa úr at gera á almennu arbeiðsplássunum, tí tað passar ikki inn í teirra forteljing um alla neyðina í Føroyum.

Feministarnir hava lurtað eftir Kringvarpinum, sum bláoygt siterar Javnstøðunevndarlimirnar, tá teir rópa hurrá, tí konuundirskotið í Føroyum er komið niður á 3%, og skunda sær at konkludera, at Føroyar seinnu árini er vorðið rúmligari og betri.

Men hetta hevur einki við sakina at gera.

Føroyar hava natúrliga fleiri menn enn konur.

Hygg bara á talvuna á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.

Danmarks Statistik sigur, at “der er altid blevet født flere drenge end piger. De flere drengefødsler betyder sammen med hankønsvæsnernes større dødelighed, at der i dagens Danmark i alle aldersgrupper op til 59 år er flest mænd.”

Men tá vit gerast gomul, verða súrsokkarnir í fleirtali.

Tí mennirnir doyggja sum flugur á lutfalsliga yngri árum.

Konurnar kunnu nú rokna við at gerast 94 - í meðal.

Og tá tær fara uppum 94, so eru tær at kalla einsamallar.

So í veruleikanum hava feministarnir onki at stríðast fyri.

Tí lutfalsliga – yvir alla aldurspyramiduna – so eru konurnar í fleirtali.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo