Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fleiri p-pláss, íbúðir til 60+, hús til barnafamiljur, meira livandi miðbý og ókeypis fyri kommunukassan.

Frítt fantasi?

Nei, tí um tú hugsar tankan, at eldraíbúðir við handilshølum í kjallaranum og parkeringahúsi aftanfyri vóru bygdar á Skálatrøð, so kundi slík bygging loyst nevndu trupulleikar.

Í dag eru um 200 p-pláss á Skálatrøð, og eitt P-hús í fleiri hæddum kundi lættliga havt pláss til 400 bilar, tvs. tað dupulta av verandi plássum.

60 til 80 íbúðir kundu verið bygdar mitt í býnum, og hetta  vildi gjørt, at sama tal av sethúsum í býnum komu á sølulistarnar, sum barnafamiljur kundu ognað sær.

Tað stóra myrka asfaltøkið kundi blivið ein livandi partur av miðbýnum, har verandi aktørar á staðnum gjørdust enn sjónligari. Her hugsi eg um Skeiva Pakkhús, Østrøm, Valdemar Lutzen, Irish Pub o.a.

Eitt tjóðleikahús eigur ikki at verða kroyst oman á Skálatrøð, tað kann byggjast aðrastaðni, td. í Hoydølum, úti við Strond ella á Boðanesi.

Kommunan setir treytirnar, og privatir aktørar eiga prosjektið.

Jan Christiansen, Listi A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo