Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fleiri gongutúrar eru á skránni í Umhvørvisvikuni 2016. Niðanfyri sæst yvirlit yvir gongutúrarnar í Umhvørvisvikuni. Allir túrarnir eru ókeypis.

Sunnudagur 8. mai
 kl. 14.00 Útferð til Nólsoyar við Norðlýsinum.

Siglt verður út á Hósmøl, har ferðafólkini fara í land. Hósmøl er á vestursíðuni á Nólsoynni, og ofta verður sagt, at Hósmøl er sólríkasta stað í Føroyum.

Á túrinum verður greitt frá notum og øðrum plantum, ið vaksa á økinum. Á Hósmøl verða notur heintaðar, og síðani verður gingið heim í bygdina, har møguleiki verður fyri at grilla notupitsur.

Norðlýsið siglir úr Nólsoy og inn til Havnar aftur.

Farið verður úr Vágsbotni klokkan 14.00.

Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er miðal lættur at ganga. Verið væl skødd og takið ein drekkamunn við. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

Mánadagur 9. mai
 kl. 19.00 Kvøldartúrur til Kollafjarðar.

Farið verður við bussi til Kollafjarðar at síggja og hoyra um heita vatnið á økinum. Síðani verður koyrt niðan á Oyggjarvegin. Av Oyggjarvegnum verður gingið niðan á Stórareyn/Streymoyarsillina, og frásøgufólk fer at greiða frá jarðfrøðini í økinum.

 Farið verður av Vaglinum klokkan 19.00.

 Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er lættur at ganga. Verið væl skødd. Túrurin er ókeypis.

 Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

Týsdagur 10. mai
 kl. 19.00 Rundsýning og frágreiðing í Húsahaga, Vindmyllulundini.

 Úr Húsahaga verður farið til gongu eftir Rossagøtuni oman til vatnverkið í Havnadali. Úr Havnadali verður gingið fram við ánni til Norðasta Horn.

 Farið verður av Vaglinum klokkan 19.00.

 Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er ein lættur túrur. Verið væl skødd. Túrurin er ókeypis.

 Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

Hósdagur 12. mai
 kl. 19.00 Súkklutúrur fyri alla familjuna kring Havnina við Tórshavnar Súkklufelag.

 Farið verður av Vaglinum klokkan 19.00.

 Takið súkklu við. Túrurin er ókeypis.

 Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo