Ísraelska verjan (IDF) væntar nýggj álop móti Ísrael eftir at tað í dag kom fram, at fleiri Hamas-toppar eru dripnir í ísraelsku álopunum.
Forsætismálaráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, boðar frá at álopini móti Gaza fara at halda fram.
– Vit hava eliminerað høgstandandi Hamas-leiðarar, og hetta er bara byrjanin. Vit fara at raka tey so hart sum tey neyvan høvdu droymt um, sigur Netanyahu sambært avísini Times of Israel.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo