Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fleiri eldri borgarar eru nógv einsamallir og verða ovurfegnir, tá ið fólk koma á gátt. Fleiri havnarfólk eru vitjanarvinir. Tá støkka tey inn á gólvið hjá eldri borgarum, práta við tey, fara ein túr út at spáka ella eitthvørt annað, sum tey hava hug til.

Linda Kølleskov og Henrik Kølleskov eru vitjanarvinir. Tey vitja vitjanarvinin einaferð um vikuna.

At gerast vitjanarvinur er ein sjálvboðin tænasta í Tórshavnar kommunu, har fært tú møguleika at knýta nýggj sambond, tú lærir nakað nýtt og tú gert nakað gott fyri onnur.

Soleiðis skrivar Linda um at vera vitjanarvinur.

- Løtan, ið vit, Henrik og eg brúka einaferð um vikuna at vitja okkara sera fitta vitjanarvin, er sera gevandi. Man blívur glaður heilt inn í hjartað at síggja gleðina í hansara andlitið, tá ið vit koma. At hoyra svarið í hinum endanum, tá ið vit ringja og spyrja, um hann hevur hug at koma við ein biltúr: “Ja, tað vil eg gjarna”. Løtan, har hann nýtur at fáa okkara vitjan, har hann veit, at í dag sleppur hann út ein túr. Og ikki minst vit, at vitja hann.

- Sunnudag seinnapart er okkara løta. Í gjár høvdu vit nakrar fantastiskar tímar. Ein lítlan biltúr í Havnini og so á eina einastandandi góða kafékonsert í Norðurlandahúsinum til Land Of Maybe. Vit høvdu ikki spurt áðrenn, um honum dámdi at vera á konsert, men vit tóku kjansin, tá ið við sóu, at ein seinnapartskonsert var. Og heppin vóru vit - hann nýtti hvørja løtu. Segði fleiri ferðir, at hann hopaði ikki konsertin endaði.

- Komin aftur á Lágargarð sessaðist ein sera væl nøgdur maður við einum stórum smíli við borðið saman við øðrum búfólkum og fortaldi um deiligu løtuna í Norðurlandahúsinum. Glaður um tónarnar og tí deiligu frísku luftina uttan fyri heimið.

Kanska onkur kafékonsert verður aftur onkran sunnudag seinnapart í Norðurlandahúsinum. Um so er, so koma vit aftur.

- Seinastu orðini hesaferð vóru: “Eg eri so sera takksamur fyri, at tit tíma at vitja meg. Eg gleði meg, til tit koma aftur“.

- Hevur tú hug at gleða eitt eldri fólk, kanst tú eisini melda teg sum vitjanarvin hjá Reyðakrossi. Eg lovi tær, at tað er ein sera væl givin løta, ið tú gevur einum eldri fólki

Vilt tú gerast vitjanarvinur? Vitja heimasíðuna hjá Reyða Krossi ella ring til Heilsuhúsið á tel. 30 20 00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo