Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Í §52 fyrispurningi til landsstýrismannin við heilsumálum spyr Jóhannis Joensen í kvøld, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um framyvir at lata upp fleiri ókeypis kanningarstøð kring landið, og um landsstýrimaðurin tað vera rætt, at føroyingar rinda fyri kanningarnar hjá útlendingum.

Í viðmerkingunum vísir Jóhannis Joensen á, at fleiri ókeypis kanningarstøð áttu verið í Føroyum m.a. í Vágum og á Sandoynni. Hetta fyri at lætta um atkomuna hjá íbúgvum kring landið og samstundis lætta trýstið og bíðitíðirnar í Tórshavn.

- Ein privat kanningarstøð er á flogvøllinum, og har er kostnaðurin kr. 390 fyri hvørja kanning. Skalt tú hava ókeypis kanning, skalt tú til Havnar. Sandoyingar skulu tvørtur um Skopunarfjørð, sigur Jóhannis Joensen og vísir á, at hetta er samstundis sum ferðafólk verða testað ókeypis á flogvøllinum. 

- Føroyingar skulu gjalda fyri koronakanningar hjá útlendskum ferðafólki, og kostar hetta 2-3 mió. kr. um vikuna úr landskassanum.

- Samstundis skulu føroyingar rinda kostnaðin fyri at lata seg kanna hjá somu fyritøku. Tað kann undra, sigur Jóhannis Joensen.

Javnaðartingmaðurin vísir á, at koronafarsóttin væntandi verður verandi eina tíð afturat, og at tað tí kann gerast neyðugt at kanna seg javnan. Tí hevur hann sett landsstýrismanninum hesar fyrispurningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo