Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Eg taldi eini seks men helst eru tey fleiri. Eitt er tað at ullin verður brend, men at hálv krov vera blaka vekk. Enntá á sjógv og liggja í fjøruni og rekast til fugl og rottur er ikki heilt ok. Kanska bóndurnir bara sleppa av við tjógvini?

Soleiðis skrivar ein skakaður lesari, sum hevur sent VP myndir av krovum sum eru rikin upp á sandin í Kaldbaksbotni.

VP hevur vent sær til løgregluna, men har stendur onki í døgnrapportini um krovini, sum ikki eru burturbeind eftir forskriftunum.

At føroyskir bøndur ella tey sum eiga nógvan seyð soleiðis rudda upp í hjallinum, nú fjøllini verða gingin, er sjálvandi ein tanki. Ein annar tanki er, at krovini eru blakað á sjógv úr onkrum skipi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo