

Í Ísrael fer heilsumálaráðharrin at flýggja teimum vaksinupass út, sum hava fingið báðar Pfizer/BioNTechs-sproyturnar móti covid-19.
Tað skrivar The Times of Israel.
Og spurningurin um vaksinupass, sum skal gera tað møguligt hjá vaksineraðum ES-borgarum at ferðast frítt í ES, stendur ovast á dagsskránni, tá ES-leiðararnir hittast virtuelt í sambandi við handfaringina av nýggju bretsku koronamutasjónini, skrivar The Guardian.
Í Danmark er Heilsumálaráðið longu farið undir at gera eitt vaksinupass.
Danska vaksinupassið skal millum annað tryggja, at borgarin hevur eitt skjalprógv, sum vísur at viðkomandi er vaksineraður, um til dømis ferðast skal í onnur lond.
Sambært Heilsumálaráðnum verður vaksinupassið digitalt og kann takast niður á sundhed.dk í byrjanini av 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo