At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Her eru fleiri myndir av nýggja flogfarinum, sum kom til Sørvágs í kvøld, har fleiri vóru og tóku ímóti flogfarinum.

Flogfarið eitur Tita eftir listakvinnuni Titu Vinther.

Atlantic Airways skrivar soleiðis um hendingina í kvøld:

Í kvøld lendi spildurnýggja flogfarið hjá Atlantic Airways fyri fyrstu ferð í Vágum. Talan er um eitt neo-flogfar, sum tekur 174 ferðafólk
Eins og hini flogførini hevur nýggja flogfarið eisini fingið navn☺️ Flogfarið eitur Tita eftir listakvinnuni Titu Vinther. Tita Vinther var slóðbrótandi listakvinna innan føroyska tekstillist. Í 2005 fekk Tita Vinther stóra viðurkenning, tá ið hon fekk Mentanarvirðisløn landsins. Fleiri av hennara verkum eru ogn hjá eitt nú Listasasavni Føroya, og hon hevur havt ein týðandi leiklut í føroyskari listasøgu. Tita andaðist í 2019. Vit ynskja Titu vælkomnari til Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo