Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú tað stundar til, at nýggj løgtingslóg um at verja persónupplýsingar kemur í gildi 1. januar 2021, hevur løgmaður tilnevnt nýtt Dáturáð at taka við frá 1. juli 2020.

Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at persónupplýsingar verða viðgjørdir í samsvari við lóggávuna um at verja persónupplýsingar. Dátueftirlitið er sett saman av einum Dáturáði og eini skrivstovu. Dáturáðið er hægsti myndugleiki í Dátueftirlitinum og skal m.a. taka støðu til prinsipiell mál.

Nýggja Dáturáðið er sett saman soleiðis:

- Helga á Borg, advokatur, formaður, og Janus Hentze í Stórustovu, varalimur

- Brian Bischoff, nevndarlimur, og Nicolai Mohr Balle, varalimur

- Maria Skaalum Petersen, nevndarlimur, og Marin Strøm, varalimur

- Jóhan Lamhauge, nevndarlimur, og Beinta P. Olsen, varalimur (tilnevnd av Kommunufelagnum)

- Birita Biskupstø, nevndarlimur, og Marius Thomasen, varalimur (tilnevnd av Føroya Arbeiðsgevarafelag)

Nýggju limirnir taka við 1. juli 2020. Tilnevningin er galdandi í 4 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo