Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Henda áheitan er send Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni:

”Tað eru ikki øll lond, ið hava eina demensætlan, og Alzheimerfelagið fegnast um, at Føroyar eru so frammalaga á hesum økinum.”

Hendan orðingin var borin fram, tá demensætlanin ”Demensvinarligt Samfelag” varð handað á stórari ráðstevnu hjá Alzheimerfelagnum í 2015. Tað vóru landsstýrisfólkini í heilsumálum og í almannamálum, sum í 2013 settu ein arbeiðsbólk at orða demensætlanina.
 
Í demensætlanini var nágreiniliga orðað, hvørji átøk eru neyðug fyri at kunna kalla okkum eitt demensvinarligt samfelag.

Fyrsta stigið í demensætlanini var at seta 5,3 landsdemenssamskiparar til alt landið, sum skulu vera staðsettir á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum. Hesir samskiparnir skulu vera sjálvt undirstøðukervið á demensøkinum, ein liður frá demensklinikkini út til eldraøkið í kommununum. Fyri borgarar undir 67 ár eru samskiparnir eisini liður út til Almannaverkið.

Nú 6 ár eru gingin, síðan ætlanin varð løgd fram, mugu vit staðfesta, at bert 2,02 landsdemenssamskiparar eru settir í starv. Enn restar í við 3,28 samskiparum, sum høvdu kostað landinum uml. 1,5 millión.

Avleiðingin av manglandi játtanini er, at borgarar við demens umframt teirra avvarðandi, sum búgva í Eysturoy, Norðoyggjum, Norðstreymoy og Sundalagnum, umframt borgarar undir 67 ár, fáa tænastur frá einum tilknýttum demenssamskipara, meðan borgarar í Suðurstreymoy, Sandoy, Suðuroy og Vágoy ongan demenssamskipara hava tilknýttan.

Áðrenn ein borgari yvirhøvur fær staðfest demens/Alzheimer, hevur verið eitt langt tíðarskeið, har familjan hevur verið undir hørðum trýsti. Tá sjúkan verður staðfest, er lítil og eingin orka eftir hjá teimum avvarðandi at stríðast víðari fyri at finna útav, hvussu tey fáa hjálp.

Í veruliga lívinum hjá demensraktum og teirra avvarðandi merkir manglandi játtanin, at har manglar ein liður í teimum økjum í landinum, har eingin landsdemenssamskipari er tilknýttur. Ein liður, sum skal skapa samanhang millum Demensklinikkina og eldraøkið úti í kommununum. Har er eingin at taka hond um tey, tá sjúkuavgerðin er tikin, og familjan skal finna síni bein at standa á í eini sera torførari lívsstøðu. Har er eingin at leiða tey víðari og kunna tey um, hvørjir møguleikar eru í økinum, har tey búgva. Har er heldur eingin at taka upp samstarv við økið, har tey búgva.

Í vikuni bórust tíðindi um, at Eysturoyartunnilin kostar landinum uml. 900.000 kr. um vikuna. Til samanbering kundi politiska skipanin við 1,5 millión um árið tryggja sjálvt undirstøðukervið á demensøkinum. T.v.s. at minni enn tvær vikur av pengum til Eysturoyartunnilin kundu givið okkara demensraktu ein munandi betri gerandisdag.

Alzheimerfelagið vil tí inniliga heita á landsstýrismannin í heilsumálum um at bera so í bandi, at hesin peningurin verður útvegaður á fíggjarlógini 2022 til at fullfíggja fyrsta stigið í demensætlanini. Á tann hátt kunnu borgarar við demens og teirra avvarðandi fáa sama tilboð um tænastur frá landsdemenssamskipanini – uttan mun til hvar tey búgva í landinum.

Ann-Mari Jensen, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo