Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri senatorar eru vorðnir samdir um at herða vápnalógina í USA. Tað skriva fleiri miðlar, sum tó kalla herðingarnar fyri "bleytar".

Talan verður sum skilst um at kanna umstøðurnar nærri hjá fólki yngri enn 21 ár, áðrenn tey sleppa at keypa sær vápn. Eisini skulu tiltøk setast í verk, so ungfólk ikki so lætt kunnu keypa vápn gjøgnum ein sonevndan millummann.

Joe Biden, forseti, hevur kallað semjuna fyri eitt týdningarmikið stig á leiðini, men legði samstundis afturat, at um hann ráddi einsamallur, so vórðu vápnalógirnar munandi herdar í USA.

Við í semjuni eru eisini 10 republikanskir senatorar.

USA er illa plágað av sonevndum skúlaskjótaríi, seinast í nýnum Uvalde í Texas har 19 børn og tveir lærarar lógu eftirá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo