Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

- Vit hava ikki nakað neyvt yvirlit. Men tað eru 3 ella 4 skúlar og einir 60 til 80 næmingar sum sita til Várroynd í dag.

Tað sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum við VP.

Av tí at fólkaskúlin er stongdur vegna korona smittuna, er virksemið nógv skert. Men tó verður roynt at halda eitt slag at undirvísing, eitt nú umvegis internetið.

Várroyndirnar í fólkaskúlanum liggja eitt sindur ymiskt frá skúla til skúla, tí skúlarnir gera sjálvir av, nær royndirnar verða hildnar.

Men har royndirnar verða hildnar sum ætlað, hóast skúlin er stongdur, eru tær so øðrvísi enn tær plaga at vera. Tí tær eru heima hjá næminginum sjálvum. Uttan nakað vaktarhald, sum vanligt, og uttan nakra trygd fyri, at næmingurin ikki fær hjálp, sum hann ikki eigur at fáa.

- Men vit mugu bara appellera til næming og foreldur, at tey gera tað sum tey vita er rætt, sigur Hjalmar Hansen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo