Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í morgun var lítil hátíðarløta á Ellisheiminum, nú Oddbjørg Klettheyggj hevði 20 ára starvsdag og samstundis flytir yvir á Boðanesheimið at arbeiða í eitt ár. Samstundis høvdu tær báðar Sunnvá Olsen og Annika Maritudóttir 10 ára starvsdag.

Annika Olsen, borgarstjóri, segði í stuttari heilsu, at vit plaga at siga, at tá starvsfólk á sama stovni hava starvast saman so leingi, so er tað antin tí, at talan er um ein einastandandi stovn at arbeiða á, ella tí at starvsfólkini hava samst og samstarvað so væl. Helst er tað í hesum føri bæði.

- Tit eru ímyndin av tí góða toyminum og eiga tykkara stóra lut í, at Ellisheimið hevur so gott orð á sær millum havnarfólk.

- Eg skal siga nøkur fá orð um hvønn einstakan av tykkum, sum í dag feira starvsdagar.

- Um Anniku eru at siga, at hon varð vald “Ársins Álitisfólk 2018”. Hesin heiðurin kom ikki av ongum. Annika er røkin, røsk, nærløgd og arbeiðsom. Tað ber altíð til at seta seg í samband við hana um eitthvørt, og hon rættir altíð eina hjálpandi hond. Hennara blíða og lætta lyndi er eitt veruligt tilfangi fyri starvsfelagar og húsfólk.

- Tá Annika bleiv tilnevnd “Ársins álitisfólk 2018”, lýsti Starvsblaðið Anniku at hava áhaldandi talað søk starvsfólkanna. Hon hevur gjøgnum yrki sítt stríðst fyri rættindum hjá starvsfelagum sínum, samstundis sum hon hevur vakt ans, áhuga og virðing fyri álitisfólkaskipanini. Hetta sama siga starvsfelagar um Anniku og hava bara gott at bera henni.

- Um Sunnvu er at siga, at hon er stillfør. Hon er fakliga sterk og nærløgd. Arbeiðsom og álítandi. Hetta eru eginleikar, sum egna seg ógvuliga væl í starvinum at røkta eldri fólk, og hon egnar seg sera væl júst til hetta.

- Sunneva heldur seg til, hóast arbeiðsuppgávurnar eisini kunnu umfata at passa plantur, reparera sjónvarp ella at skifta perur á øllum teimum 40 sjeyarmaðu ljósastakunum, sum so penir lýsa Ellisheimið upp um jólini. Sunnvu kann man líta á - óansæð, hvør uppgávan er.

- Sunneva er ein sannur gripur fyri starvsfólk, húsfólk og avvarðandi á Ellisheiminum, eins og hon eisini er eitt satt tilfeingi fyri sjálvt Ellisheimið. Sunneva eigur æruna av stórum parti av hugnanum á Ellisheiminum.

- Og so er tað Oddbjørg, sum hátíðarheldur 20 ára starvsdag. Í samfull 20 ár hevur hon nú røktað starvið á Ellisheiminum til eitt reint UG. Hon er dugnalig, røkin, arbeiðsom og pliktuppfyllandi. Allar uppgávur, ið Oddbjørg fær litið upp í hendurnar, verða fullførdar uttan misskiljingar, eisini at læra nýggj starvsfólk upp ella at hugna um húsfólkini.

- Oddbjørg er altíð til at stóla upp á. Hon er fakliga sterk. Og eg skilji á tykkum her á Ellisheiminum, at tað verður sera stórur saknur í Oddbjørg, nú hon hevur gjørt av at fara á Boðanesheimið at starvast í eitt ár.

- Ofta verður sagt at maður kemur í mans stað og kvinna í kvinnu stað. Men uttan at taka nakað frá nøkrum, og hóast nógv dugnalig og álitandi fólk eru at taka av, so er full semja um, at tú verður ring at erstatta.

- Ein 20 ára starvsdagur er altíð ein staðfesting av, at fólk hava trivist í starvi hjá kommununi. Og tað dámar okkum væl. Tí onki kann vera betur fyri kommununa enn trúføst starvsfólk við drúgvum royndum í starvinum.

- Í dag kunnu vit fegnast um, at tykkara ómetaliga stóra trúfesti bara kann merkja, at tit hava trivist. Og eg vóni, at Tórshavnar Kommuna framvegis fer at roynast sum eitt gott arbeiðspláss, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo