Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvík: Dagstovnarnir Barnahúsið Margit, Fjallafípan, Drotning Margrethu barnagarður, Mylnuhúsið, Blákollan og vøggustovan í Spælistovuni hava stongt frá mánadegnum 14. juni og til verkfallið er av. Sama er galdandi fyri frítíðarskúlan SnjalluBjallu og Garðalisu. 

Kommunala Dagrøktin er ikki rakt av verkfallinum, tó so fara dagrøktarleiðarin og varaleiðarin, sum eru limir í Pedagogfelagnum, í verkfall. Skipað gestadagrøkt verður heldur ikki í Spælistovuni meðan lýsti arbeiðssteðgur er. 

Húsið verður ikki stórvegis rakt av verkfallinum, og hevur tískil opið eina viku afturat, áðrenn farið verður í feriu frá mánadegnum 21. juni. 

Onnur starvsfólk í Klaksvíkar kommunu, sum eru limir í Pedagogfelagnum, og sum hoyra undir sáttmálaøkið, verða eisini rakt av verkfallinum.

Kommunan harmast sjálvsagt um íkomnu støðuna, og vónar, at ein loysn verður funnin millum partarnar, um ikki alt ov langa tíð. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo