Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havbúgvin landar við Vestaru Bryggju í Havn

Havbúgvin landar við Vestaru Bryggju í Havn

Havbúgvin landar við Vestaru Bryggju í Havn

Føroya elsta línuskip, Havbúgvin VA 710 (fyrrverandi Núpur, Jógvan S) landaði fríggjamorgunin 3. juli til Barðið á Vestaru Bryggju í Havn. Túrurin á ĺslandsrygginum var einki at reypa av hesuferð, og ávegis heim varð roynt hálva aðra setu norð-vestan fyri Mykines, men fiskaríið var heldur smáligt — teir avreiddu 300 kassar av toski, svartkalva og longu.

Sum skilst vóru aðrir bátar eisini á Rygginum og drógu svart. Hinvegin var talan um roktúr um somu tíð í fjør.

Vanliga telur manningin á Havbúgvanum 14-15 íroknað yvirmenn; hendan túrin vóru teir bara 13, harav níggju dekkarar. Bert fýra meira tilkomnir menn eru við, restin er ungdómar, onkrir heilt niður í 15-16 ára aldur.

Havbúgvin lá eitt skifti fyri fólk, fram til tíðliga í fjør, tá Árni Zachariassen tók við sum skipari.

Umboð fyri Føroya Fiskimannafelag tosaði við nakrar av manningini meðan teir landaðu fríggjamorgunin, og sum skilst verður farið avstað aftur mánadagin. Vit ynskja teimum góðan túr.

Teir eldru fegnaðust sum vera man um at tað yngra ættarliðið er farið at vísa línulívinum størri áhuga. “Hetta er so hugaligt,” sum ein teirra tók til.

Havbúgvin hevur heimstað í Sandavági og varð bygdur á Søviknes Skipsbyggeri í Noreg í 1959. Eigari er partafelagið Fossá, og útgerðarmaður er Hálvdan Gudmundsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo