Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Forlagið Eksil: Í dag mikudagin klokkan 17.00-19.30 verður tiltak í Norðagøtu í nýggja Býráðshúsinum hjá Eysturkommunu við fleirtjóða list, framløgum og bókmentum. 

Forlagið Eksil skipar fyri tiltakinum og fyri einum temadegi við framsýningum, upplestri og talks. Tema fyri hendan dagin er hvussu listafólk kunnu arbeiða við og endurhugsa natúruna, landsløg og materialitet í einum post-humanum høpi tvs. í einum heimi, har menniskja ikki er miðdepil longur. 

Kom og uppliva nýggja videolist frá Hong Kong, høvundar frá USA og Danmark saman við føroyskum listafólkum og høvundum. 

Hvussu kunnu vit endurhugsa okkara sambond við tað materiella og við tingini í heiminum, so sum kavaflykrur, plastikk, sukur, æti ella geislavirkni innan list og bókmentir? 

Hava vit brúk fyri hugtakinum um natúru longur? Hvussu kunnu vit endurhugsa okkum sjálvi í mun til natúruna og list?

Listafólk: Jón Sonni Joensen (Faroe Islands), Jóhan Martin Christiansen (Fo), Tsz-Man Chan (Hong Kong), Randi Samsonsen (Fo), Johannes Göransson (USA), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Denmark), Vónbjørt Vang (Faroes), Stuart McLean (USA) & Anna Malan Jógvansdóttir (Fo).

Skrá: 

17.00 Hanna Jensen heldur røðu fyri Eysturkommunu

Framsýning opnar.

17.45 Upplestur 

Johannes Göransson (USA) lesur yrkingar

Anna Malan Jógvansdóttir(Fo) framløgu av nýggjari bók 

Vónbjørt Vang (Fo) og Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Dk) upplestur og samrøða

Støðgur vit bjóða øl og sodavatn

18.00 Talks Stuart McLean professari (USA) talk: ”On Surviving”.

18.25 Artist/pallborð 

Forlagið Eksil hevur eisini tiltøk hósdag og leygardag í Syðrugøtu í Fjósinum. 

 

Hósdagin kl. 16.00 í Fjósinum Syðrugøta: 

Hildaland: A Lost Man and A Lost Island – videolist og artist talk – Tsz-Man (Hong Kong) og Stuart McLean (USA)

19.00-21.00 lesa: Oddfríður Marni Rasmussen, Katrin Ottarsdóttir, Haldur Suni, Sámal Soll og Ludvík á Brekku.

Leygardagin klokkan 15.00 í Fjósinum: halda vit skriviverkstað við professaran innan skriving Johannes Göransson.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo