Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Heilsuskúli Føroya: Nýggjur heilsuhjálparaflokkur við 22 næmingum byrjaði á Heilsuskúla Føroya í dag.

Seks av teimum eru undir 20 ár og fimm eru millum 21 og 25 ár. Tilsamans eru trettan næmingar undir 35 ár og níggju eru yvir 35 ár.

Deilt eftir økjum eru 7 næmingar úr Norðoyggjum og Eysturoy, 7 úr Tórshavn, 4 úr Vágunum, 3 úr Suðuroy og 1 úr Sandoynni.

74 næmingar undir útbúgving í løtuni
Í løtuni er samlaða talið av næmingum á Heilsuskúlanum 74 næmingar, harav 48 eru heilsuhjálparanæmingar og 26 eru heilsurøktaranæmingar. Talið av heilsurøktaranæmingum kundi verið hægri, um fleiri starvsvenjingarpláss vóru á sjúkrahúsøkinum.

Flest ungfólk
Tað eru flest ungfólk í flokkunum í løtuni. Miðaldurin er 33 ár og aldursbýtið hevur ligið har á leið seinastu mongu árini. Aldursbýtið í løtuni er:

31 næmingar undir 25 ár (harav 12 undir 20 ár)
14 næmingar ml. 25-35 ár
7 næmingar ml. 35 og 45 ár
22 næmingar yvir 45 ár
    
Nógvir av meira tilkomnu næmingunum hava verið ófaklærd í starvi innan røkt í nógv ár; nú brúka tey 1-2 ár at útbúgva seg til eitt framhaldandi starv á eldraøkinum.

Streymoy, Eysturoy og norðoyggjar væl umboðaðar
Av 74 næmingum íalt, eru 47 næmingar úr norðoyggjum, Eysturoy og Streymoy.

Restin av næmingunum, 27 íalt, høvdu bústað í Vágoy, Sandoy og Suðuroy, tá tey søktu inn á útbúgvingina.

Heilsuskúlin metir, at tølini mugu takast við fyrivarni, um niðurstøður verða gjørdar yvir, hvørji økir, ið eru best fyri við nýútbúnum starvsfólki. Bústaður undir útbúgving kann ikki beinleiðis nýtast at meta um tal av nýggjum starvsfólkum í einum ávísum øki, av tí, at fólk flyta seg í ymisk økir at arbeiða, yvir eitt langt arbeiðslív.

Heilsuútbúgvingarnar eru rættiliga nýggjar á arbeiðsmarknaðinum. Heilsuskúlin varð stovnaður í 2001. Tað hava tí verið nógv ófaklærd í starvinum sum røktarstarvsfólk og harvið eru eisini nógv tilkomin starvsfólk, eins og ungfólk, ið ynskja at taka útbúgving. Nógv nýggj búpláss eru komin á eldraøkinum seinastu árini og tað ger, at tørvurin er sera stórur á røktarstarvsfólki.

Heilsuskúlin tekur 2 heilsuhjálparaflokkar og ein heilsurøktaraflokk um árið. Í veruleikanum má talið av næmingum, 74 næmingar, sum eru undir útbúgving samstundis, metast at vera eitt sera stórt tal av útbúnum røktarstarvsfólkum árliga, tí Føroyar er eitt lítið land. Nakrir av hesum næmingum taka báðar útbúgvingarnar og eru tí longri í skipanini enn onnur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo