



Hagstovan: Í fjør vóru flestu sethúsini seld á bygd og minni enn ein triðingur í høvuðsstaðnum. Men miðalprísurin í høvuðsstaðnum var nógv meir enn tann dupulti av prísinum á bygd.
314 sethús vórðu seld í fjør, og tað var á sama støði sum tey tvey árini frammanundan. Hetta er tó munandi lægri enn metárið 2015, tá sølan var 398 sethús.
Síðani tá hevur størsta minkingin verið í Tórshavn, soleiðis at í fjør vóru flestu sølurnar í stórum bygdum og býum við 123 í tali, samanborið við 96 í smáum bygdum og 95 í Tórshavn.
Miðalprísurin er tó nógv meir enn tað dupulta í Havn, samanborið við tað eini sethús kosta í stórum og smáum bygdum í Føroyum.
Í Havn var miðalprísurin fyri eini sethús 3,1 mió. kr., samanborið við 1,4 mió. kr. í stórum bygdum og býum og 1,2 mió. kr. í smábygdum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo