Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Oddaliðið í kvinnudeildini Dráttur tekur í kvøld ímóti Fleyr í Høllini á Giljanesi kl. 19,30.

Bæði liðini stíddist seinasta ár um FM-heitið, og tá var tað Havnaliðið, sum vann FM, eftir eitt avgerandi gull-sett í Høllini á Hálsi í Havn.

Men í ár er tað Dráttur, sum liggur á 1. plássi í landskappingini við 18 stigum fyri 6 dystir – tvs. at tær hava vunnið allar dystirnar higartil 3-0 ella 3-1.

Mótstøðuliðið í kvøld Fleyr hevur ikki havt tað bestu byrjanina, og liggur á einum 5. plássi við 8 stigum, so hjá teimum er umráðandi at vinna dystin í kvøld 3-0 ella 3-1, so tær kunnu koma ájavn við Mjølnir á 4. plássi.

Liðini møttust í desember í steypakappingini, og tá vann Fleyr sannførandi 3-0 við settmununum 25-17, 25-14 og 25-22.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo