Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Flogbóltsárið er rættiliga farið at halla, og nú eru bara sjálvar FM-finalurnar eftir at leika. Eins og nógvu árini undan hesum, verða finalurnar hjá teimum yngru liðunum leiktar í høllini í Trongisvági frá fríggjadegnum 26. mars til sunnudagin 28. mars. 

Høllin í Trongisvági verður karmur um tiltakið, og alt er fyrireikað sum á hægsta altjóða stigi við serliga flogbóltsgólvinum og øllum tí, ið hoyrir til. Tað er TB, sum saman við FBF stendur fyri tiltakinum og Varðin Pelagic er høvuðsstuðul. 

Vit kunnu vænta okkum nógvar góðar og spennandi dystir, og sum ikki einaferð, er SÍ best umboðað. TB eigur lið í trimum finalum, og man ikki vera væntandi, at tvøráfólk fara at taka væl undir og stuðla sínum liðum við buldur og brak. 

Cafeteria v/Anitu hevur opið allar dagarnar, og leygardagin frá kl. 12.00 er Føroya allar besta buffé opin í matarhøllini í skúlanum. 

Stroymað verður frá øllum finalunum á www.fbf.fo

Finalurnar verða leiktar soleiðis:

Fríggjadag 26.03.21
Kl. 16.30 Gentur 14                SÍ - Fleyr
Kl. 18.30 Dreingir 15              SÍ - Ternan
Kl. 20.30 Gentur 19                SÍ - KÍF

Leygardag 27.03.21
Kl. 10.00 Kvinnuunglingar      SÍ - KÍF
Kl. 12.00 Dreingir 17             TB - SÍ
Kl. 14.00 Gentur 16              TB - SÍ
Kl. 16.00 Mansunglingar        SÍ - Fleyr

Sunnudag 28.03.21
Kl. 14.15 Gentur 12                Mjølnir a - Dráttur a
Kl. 15.45 Dreingir12               TB a - SÍ

Eisini FM-yngri 3. apríl
Orsakað av serligum viðurskiftum, verður finalan í G14 B ikki leikt fyrr enn leygardagin 3. apríl í Høllini á Hálsi, tá FM-finalunar hjá teimum vaksnu verður.

Finaluliðini í G 14 B eru B 71 og Ternan a.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo