Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Danska meistaraliðið í flogbólti Marienlyst í Odense hevur í dag gjørt avtalu við 21 ára gamla Kasper Lorenzen úr SÍ.

Ungi sørvingurin er farin til Danmarkar í lestrarørindum og hevur sæð fram ímóti at eisini royna seg á hægri støði í flogbólti.

Føroyski landsliðsvenjarin Bárður Bendix Mikkelsen er hjálparvenjari hjá danska meistaraliðnum, og hann er fegin yvir at Kasper hevur valt at royna seg á hægsta støði í Danmark.

"Kasper er ein ungur og evnaríkur miðblokkur, sum var ein partur av føroyska landsliðnum í fjør. Seinasta árið hevur Kasper verið tarnaður av skaðum, men er nú komin fyri seg aftur. Kasper hevur verið til royndarvenjing alla vikuna, og hann hevur prógva fyri okkum venjarum, at hann hevur uppiborðið eitt pláss í hópinum hjá Marienlyst, sigur landsliðsvenjarin."

Hópurin hjá Marienlyst telur eisini hevur 4 danskar A-landsliðsleikarar og 2 danskar U-landsliðsleikarar.

Ítróttarstjórin í Marienlyst Kaj Jeppesen sigur, at í Marienlyst fylgja teir eisini við í føroyskum flogbólti, nú teirra hjálparvenjari gjøgnum nógv ár er føroyskur landsliðsvenjari, og tað eru nógvir evnaríkir flogbóltsleikarir í Føroyum.

- Kasper Lorenzen er ein "stor færøsk klippe" sum við sínum næstan 2 m er ein góður miðblokkur og sterkur í álopinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo