Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað gjørdist Dráttur, sum varð sigursharri í gjárkvøldið, tá liðini spældu á Giljanesi. Kravið hjá Drátti var at vinna dystin, um tær framvegis skuldu hava vónir um at røkka FM-finalunum hin 24. og 26.- mars.

Dráttur vann bæði tey fyrstu settini, hóast munurin ikki var stórur, men so kom Fleyr inn í dystin í triðja settið, sum tær vunnu 25-19.

Men aftur í fjórða setti var tað liðið hjá Drátti, sum lá omaná alt settið og alla tiðina hevði Fleyr aftanfyri seg við 2-4 stigum. Settið endaði 25-22.

Støðan í toppinum hjá kvinnun um er sera jøvn undan seinasta umfarinum. Dráttur hevur 42 stig eins og SÍ, meðan Fleyr hevur 40 stig.

Leygardagin møtast SÍ og Fleyr í Sørvági. Vinnur SÍ 2 sett í hesum dystinum, so hava tær tryggja sær finaluplássið, men um dysturin endar 3-0 ella 3-1, er tað Fleyr, sum er víðari.

Dráttur skal spæla ímóti TB á Giljanesi, og um tapa t.d. 3-0 og Fleyr vinnur 3-2 á SÍ, so verður tað Dráttur, sum endar á triðja plássi, og sosatt ikki kemur í finaluna.

Sostatt eitt sera spennandi vikuskifti fyri framman.

Støðan

Dystir

Sett

Lið

leiktir

vunnir

taptir

vunnin

tapt

munur

Stig

Dráttur

17

15

2

47

16

31

42

17

14

3

46

17

29

42

Fleyr

17

14

3

46

18

28

40

TB

16

7

9

31

27

4

25

KÍF

17

6

11

25

35

-10

19

Mjølnir

17

1

16

8

49

-41

5

ÍF

17

2

15

8

49

-41

4

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo