Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sørvágs Ítróttarfelag: Meistardeildin hjá monnum spæla móti ÍF í Sørvági leygardagin kl. 15 og sunnudagin kl. 13 leikar meistaradeildin hjá... kvinnum á Giljanesi móti Drátti. Samlað hevur SÍ 25 lið við í kappingunum í vetur og flestu av teimum leika í vikuskiftinum.

Heimadystir hetta vikuskifti verða hesir:
SÍ – Fleyr a 1. Deild kvinnur Leygardagin Kl 11
SÍ – ÍF Meistardeild menn Leygardagin Kl 15

Útidystir:
Gentir 16 ár: TB – SÍ í Trongisvági leygardagin kl. 10.30
Gentir 14 ár: TB – SÍa í Trongisvági leygardagin kl. 15.00
Meistardeild kvinnur: Dráttur – SÍ á Giljanesi sunnudagin kl. 13
Gentir 14 ár: Ternan – SÍb á Toftum mánakvøldið kl. 18

Leygardagin verður kapping í Kollafirðið fyri tey, sum eru 12 ár og yngri. Gentir 12 ár byrja kl. 15,15, har SÍ hevur 2 lið Dreingir 12 ár byrja kl. 16.00, har SÍ eisini hevur 2 lið. 10 ár og yngri verða kallað flogbørn og eru tey býtt í bólkar eftir førleika. Har eru 4 bólkar, kallaðir Level 0, Level 1, Level 2 og Level 3. Har er Level 3 tey bestu, Level 2 tey næst bestu o.s.fr. SÍ hevur lið við í øllum uttan Level 0. Leygardagin kl. 12.30 byrjar level 1 í Høllini í Kollafirði, og har hevur SÍ 3 lið. Kl. 13,45 byrjar Level 2, og har hevur SÍ 4 lið við í kappingini. Kl. 13.45 byrjar eisini besti bólkurin, Level 3 og har eru liðini SÍ, Level 3 og har eru liðini SÍ, TB, Dráttur og KÍF. Vit gleða okkum til ein spennandi flogbóltsvetur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo