Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

SÍ meistaradeild kvinnur eftir heiðursmerkjahandan

SÍ meistaradeild kvinnur eftir heiðursmerkjahandan

Stórur spenningur var undan seinasta umfarinum í meistaradeildini hjá kvinnum, tí øll oddaliðini – Dráttur, SÍ og Fleyr – høvdu møguleika at vinna sær sæti í FM finalunum 24. og 26. mars í Høllini á Hálsi – men tað gjørdust Dráttur og Fleyr, sum komu best burtur úr vikuskiftinum.

Í høllini á Giljanesi tryggjaði Dráttur sær 1. plássið í meistaradeildini, tá tær uppiborið vunnu 3-1 á TB, meðan Fleyr á sama hátt vann ein 3-0 sigur á SÍ í Sørvági.

Sostatt verða tað Dráttur og Fleyr sum møtast í finalunum, sum verða Skírhósdag og komandi leygardag.

SÍ vann bronsuheiðurmerkini.

Í Kollafirði vann KÍF 3-0 á Mjølni.

Dystirnir hetta vikuskifti:

Dráttur

TB

3-1

25-18

25-21

22-25

25-21

Fleyr

0-3

25-27

18-25

12-25

 

KÍF

Mjølnir

3-0

25-8

25-20

26-24

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo