Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Amager hevði ryggin ímóti múrinum, eftir at tær høvdu tapt fyrsta dystin um bronsuna, og vóru aftanfyri 0-2 í settum í dystinum í dag ímóti Køge. Men eftir eitt sera gott ”comeback” megnaðu tær at vinna bronsuna annað árið á rað.

Amager var undan dystinum favorittur at endurvinna bronsuna í donsku flogbóltskappingini í kapping við Køge. Men Køge vann tann fyrsta dystin 3-0, sum var á heimavølli, og høvdu tær tí dystarbólt undan dystinum í dag.

Kvinnurnar frá Køge komu eisini best frá byrjan og vunnu tvey tey fyrstu settini ávikavist 25-17 og 25-22.

Men tað var eitt fullkomuliga hamskift Amager-lið, sum kom út á vøllin í triðja setti.

Og sjálvandi var tað Sofía Purkhús, sum saman við Thit Bak, sum gingu á odda í triðja setti. Danskir miðlar rósa Sofíu fyri hennara avrik í dag, sum var við til at tryggja Amager trý tey næstu settini við úrslitinum 25-12, 25-20 og 15-9 og harvið sigurin upp á 3-2.

Sostatt varð neyðugt við einum Gull-setti, fyri at avgera hvør skuldi vinna bronsuna!

Tá komu royndirnar hjá Sofíu og teimum frá síðsta ár til góðar, tí tá vunnu tær eisini 3. plássiðí donsku flogbóltskappingini.

Liðini bardust um hvønn bólt í Gull-settinum, men endin var at Amager vann settið 25-21.

Her er eitt link til Vangamyndina, sum KVF gjørdi av Sofíu Purkhús í fjør, eftir at hon var kosin ársins leikari í Danmark: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo