Kl. 14,00 í dag verður avgjørt hvørt tað verður Dráttur ella Sí, sum tryggjar sær víðari møguleikar at koma við í steypafinaluna í flogbólti.
Liðini møtast á Giljanes og vinnandi liðið kemur í hálvfinaluna, meðan hitt liðið er liðugt í steypakappingini.
Í landskappingini liggur Dráttur á odda við 19 stigum, meðan SÍ er nr. 2 við 17 stigum, og í landskappingini hava liðini vunnið hvør sín dyst ímóti hvørjum øðrum. Dráttur vann sín dyst 3-0, meðan SÍ vann sín dyst 3-1.
Dráttur gjørdist annars vinnari av steypafinaluni seinasta ár, tá tær vunnu 3-2 á TB í finaluni.
So eftir øllum sólarmerkjum verður tað ein spennandi dystur á Gilajnesi kl. 14,00 í dag leygardagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo