Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

- Hvussu kann mítt hjarta ikki vera í pettum? Kona mín og trý smá børn vóru við flogfarinum. Konan sendi mær eina mynd av tí yngsta stutt áðrenn tey fóru umborð. Soleiðis sigur ein grátandi Yaman Zai við tíðindafólk á staðnum, eftir at tað gerst alt meira greitt at flogfarið, eitt Boeing 737 frá lágprís flogfelagnum Sriwijaya Air, sum hvarv stutt eftir at tað var farið á flog úr altjóða floghavnini í Djakarta við kós ímóti oynni Borneo, helst er dottið niður.

Tilsamans 62 fólk vóru við flogfarinum.

Ein maður sum fiskaði úr báti skamt úr landi hevur greitt frá, at hann knappliga sá eitt flogfar detta og vrakpetti komu so nær, at tey nærum komu í bátin. Eisini onnur fólk hava savnað saman vrakpetti.

Indonesiska sjóverjan leitar á leiðini, eins og onnur við.

Flogfarið datt niður á somu leið sum eitt annað ferðafólkaflogfar frá felagnum Lion Air datt niður í oktober 2018. Tá doyðu 189 fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo